Ongi úrslit

Sea Shepherd avsannar at tey hava stolið í Vágum

Áki Bertholdsen
7 minuttir síðan

Sea Shepherd hevur avgjørt ikki stolið nakran grindareiðskap í Bø. Tað ger talskvinna teirra í Føroyum, Valentina Crast, greitt, í tíðindaskrivi í morgun.

Fyrr í morgun skrivaðu vit, at 11 mønustingarar, og tveir kúluonglar, eru stolnir úr einum neysti í Bø, og grindaformaður reisir spurningin um tað kann vera Sea Shepherd.

Les meiri um tað her: https://dimma.fo/grein/hava-stolid-reidskap-til-grindadrap-i-bo

– Vit nokta avgjørt fyri at hava verið við í hesi hending, sigur Valentina Crast.  

– Slíkar gerðir eru ikki bert stuttskygdar og tápuligar - tær eru eisini beinleiðis ímóti arbeiðshátti okkara, sum byggir á eitt opið samskifti og at fáa føroyingar við í arbeiðið, og at kjalfesta grindadráp, sigur hon.

Hon sigur, at virksemið hjá Sea Shepherd í Føroyum tænir einum einasta endamáli og tað er at skjalprógva grindadráp og tað er at tryggja bestu fortreytir fyri einum kjaki, bæði í Føroyum og altjóða.

– Hetta gera vit í fullum samsvari við lógina. Vandalisma og stuldur er ikki ein partur av okkara virksemi og tað er heldur ikki nakað, vit á nakran hátt eggja til, sigur hon.

Men hon leggur afturat, at vísir tað seg, at tað eru føroyingar, sum eru ímóti grindadrápi, ið hava stolið reiðskapin, er tað tekin um, at hugburðurin í Føroyum broytist.

– Men vit hvørki stuðla, ella eggja til, slíkar gerðir, sigur hon

Hon sigur, at Sea Shepherd hevur longu sett seg í samband við løgregluna í Tórshavn og hevur boðað frá, at tey eru til reiðar at svara spurningum.

Tey leggja eisini dent á, at hendan hendingin má ikki misbrúkast til at avmarka tey í teirra grundlógartryggjaða rætti at vera til staðar og skjalprógva grindadrápið.

– So leingi vit halda lógina, vænta vit, at myndugleikar og løgregla verja okkara rættindi, sigur Valentina Crast.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14