Ongi úrslit

Hava stolið reiðskap til grindadráp í Bø

Grindaformaður hevur illgruna til, at tað Sea Shepherd

Kúluonglarnir eru kvettir úr endunum
Áki Bertholdsen
14. august kl. 09:12

Løgreglan hevur fingið eina fráboðan um, at reiðskapur at drepa grind við, er stolin í Bø.

Løgreglan sigur, at tað er meldað akkurát nú, so tey eru ongan veg komin í arbeiðnum at royna at uppklára málið.

Gutti Guttesen, grindaformaður í Bø, skrivar á Facebook, at eftir drápið 5. juli, vórðu mønustingararnir vaskaðir og lagdir í bátasmiðjuna, og síðan varð stongt.

Hurðin var stongd í eina - tvær vikur. Men nú henda dagin grind varð funnin í Miðvági, fór ein formaður efter mønustingarunum - men har var ongin at finna.

Allir 11 mønustingararnir eru burtur og harafturat eru tveir kúluonglar kvettir úr endunum og burturbeindir.

– So mann stendur spyrjandi: verða vit forfylgd av Sea Shepard, tey vóru hvussu er væl mannað alla tíðina ímeðan vit fingust við grindina, sigur hann.

Hann torir í hvussu so er at veita vissu fyri, at tað er ongin har á leið sum hevur gjørt seg sekan í hesum.

– Hetta er kriminalitetur so tað stendur eftur, sigur hann.

Hann sigur, at skulu vit framhaldandi verja okkara mentan og siðvenjur, mugu umhvørvisfelagskapirnir haldast langt vekk.

Løgreglan sigur, at hetta verður kannað sum eitthvørt annað mál, so tey hava ikki illgruna til nakran ávísan.

Men spyrjast kann eisini, hvat endamálið skal vera við at stjala nakrar mønustingarar, tí teir kunnu bara brúkast til eitt, og tað er at drepa grind við - so tað er eingin í fær nakra nyttur burtur úr at stjala teir.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39