Ongi úrslit

Samgongan arbeiðir fyri at gera tað bíligari at liva

Gerandisvørur skulu vera bíligari, og tað arbeiðir samgongan við

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 11:35

Tað skal vera bíligari at liva. Tað er endamálið við ávísum tiltøkum, samgongan fer at seta í verk. Tað staðfesti Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, á Løgtingi í morgun.

Samgongan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva kommunum heimild leggja avgjald á tóm hús. Hetta er eitt, samgonguflokkarnir hava skrivað í samgonguskjalið og nú verður tað gjørt, siga samgongutinglimir.

Men í hesum sambandi minti Bárður á Steig Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, samgonguna á, at tað stendur eisini í samgonguskjalinum, at gerandisvørur, og føroysk framleiðsla skulu verða bíligari fyri at gera tað liviligari hjá fólki.

Bárður á Steig Nielsen staðfestir, at higartil er samgongan bara komin til at seta tey tiltøk í verk, sum gera tað dýrari hjá fólki.

Og tí vildi hann hava at vita, nær samgongan fer at seta tiltøk í verk, sum gera tað bíligari hjá fólki og nær tað verður bíligari at keypa gerandisvørur.

Kristianna Winther Poulsen sigur, at hetta er eitt mál, samgongan arbeiðir við. Hon sigur, at nógv orka verður lagt í arbeiðið og tað verður ikki leingi, so verða tiltøk sett í verk.

Eitt, sum hevur verið frammi, er at avtaka, ella at lækka mvg á mjólk, breyði, frukt, grønmeti, og øðrum neyðsynjarvørum.

Men tað stendur eisini í samgonguskjalinum at inntøkurnar, landskassin missur av hesum, skulu útvegast upp á aðrar mátar, og tað merkir, at sparingar verða settar í verka aðrastaðni, ella skal landskassin hava fleiri inntøkur aðrastaðni frá.

Mest lisið hesa vikuna