Ongi úrslit

Rithøvundurin og filmsleikstjórin Jørgen Leth er deyður

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
1. oktober kl. 19:00

Rithøvundurin og filmsleikstjórin Jørgen Leth doyði mánakvøldið. Hann gjørdist 88 ára gamal. Hesum boðar familjan frá.

Jørgen Leth royndi seg fyrstu ferð sum høvundur í 1962 við yrkingasavninum Gult lys. Hann var virkin til tað síðsta, tí í juni í ár gav hann yrkingasavnið Zombie út.

Í nítiárunum gjørdist Jørgen Leth kendur sum súkkluviðmerkjari í TV 2 saman við samstarvsfelagnum Jørn Mader.

Ábyrgdarblaðstjórin á TV2 Sport, John Jäger, sigur, at Jørgen Leth hevur havt ótrúliga nógv at siga fyri TV 2.

– Ein sera stórur partur av tí góðu móttøkuni hjá Tour de France í TV 2 er orsakað av Jørgen Leth, sigur hann.

Ábyrgdarblaðstjórin sigur, at Jørgen Leth dugdi serstakliga væl at miðla sín brennandi huga fyri súkkling til danskar sjónvarpshyggjarar.

Jørgen Leth hevur eisini leikstjórnað nógvum heimildarfilmum: millum annað Stjernerne og vandbærerne um Giro d'Italia og En forårsdag i helvede um París-Roubaix.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

Í gjár kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20