Reyði Krossur fær ein nýggjan kraftdepil í Klaksvík

Í morgin letur Reyði Krossur ein endurnýtsluhandil, við einum sosialum hjarta, upp í Klaksvík

Áki Bertholdsen
18. februar 2025 kl. 12:09

Reyði Krossur í Føroyum víðkar nú um sítt virksemið. Í hesum sambandi letur Reyði Krossur handil upp í Klaksvík í morgin, mikudagin.

Nýggi handilin er í gamla Dávavirkinum á Faktorsvegur 21. Hetta merkir, at Reyði Krossur fær økt munandi um virksemið í Norðoyggjum.

– Sjálvboðin, starvsfólk og limir hjá Reyða Krossi eru á einum máli um, at tað er ótrúliga spennandi at síggja, hvønn týdning hetta fer at fáa fyri fólkið har um leiðir, sigur Jóannes Eidesgaard, nevndarformaður í Reyða Krossi.

– Ætlanin er, at hetta skal vera ein kraftdepil fyri Reyða Kross Føroya, sigur Jóannes Eidesgaard.

Endamálinum er, at handilin skal vera eitt livandi endurnýtslustað, har góð brúkt klæðir, bøkur, búnýti, leikutoy og amboð, fáa nýtt lív, sigur nevndarformaðurin.

Hetta verður kortini meira enn ein handil, tí handilin verður eitt stað fyri felagsskap, samveru og burðardygga nýtslu.

Hetta verður ein fjølbroyttur endurnýtsluhandil við einum sosialum hjarta, sigur hann.

Men sum frálíður, fer bygningurin eisini at hýsa øðrum virksemi hjá Reyða Krossi, serliga innan sosialt hjálpararbeiði.

Anna Maria Joensen, virksemisleiðari, hevur stórar ætlanir tí hon heldur, at tað er stórt at Reyði Krossur skal vera í Klaksvík.

 – Vit lata ein handil upp, sum er øðrvísi enn aðrir, og hølini eru so stór og góð, at tey leggja upp til alskyns virksemi – tað er sum um at vit hava óendaliga nógvar møguleikar, sigur hon.

Virksemisleiðarin leggur dent á, at umframt vælgerandi arbeiðið, sum verður í handlinum, fer hetta eisini at geva Klaksvík eitt samband við altjóða Reyða Kross og hjálpararbeiðið, sum verður gjørt úti í heimi.

Í sambandi við,  at handilin letur upp í morgin, verður almenn móttøka í handlinum frá  klokkan 16 -18 í morgin. Har fara Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna, bera fram røður.

Fyrrverandi arbeiðsfólk á Dávavirkinum siga frá søguni um virkið og um teirra egnu upplivingar frá, tá tey starvaðust har.

Karl Martin Samuelsen, sum í nógv ár hevur brúkt tónleikahølini á Dávavirkinum, og Anua, ein bólkur við heilt ungum tónleikarum, fara at syngja og spæla

Okkurt søtt verður eisini undir tonnnina, so Reyðikrossur bjóðar ein drekkamunn og kaku frá Kafé Fríðu, og lagkaku frá Amarant.