Ongi úrslit

Rættartrygdin hjá sjúklingum útholað

Andrass Skaalum
2 tímar síðan

Læknafeløg fremja krókapolitik (lobbyismu) fyri sær sjálvum og meta seg á ovastu rók.

Nýggi aðalin leggur vertin í, um rættartrygdin hjá sjúklingum versnar enn meiri.

Heilsumálaráðið fremur afturstig og selur lógarbroyting sum bata.

Reklamerar við falskari “heitari luft”.

Verandi skipan, har tú kann kæra ávísan lækna fyri ávíst mistak, er ikki nøktandi sum er, tí Styrelsen for Patientsikkerhed gevur læknunum ALT ov langan snór, loyvi at lúgva og falsa journalir – uttan átalu ella avleiðingar. Loyvi at geva verri viðger enn tað bestu, uttan at hetta verður átala.

Tá sjúklingur ynskir at kæra, má hann greina kæruna og hvørja hending kæran snýr seg um, fyri hvønn einstakan lækna, um fleiri eru.

Soleiðis kann sjúklingurin kæra samlaðu sjúkugongdina, um fleiri læknar eru partar av skeivu viðgerinin.

Heilsumálaráðið reklamera við, at NÚ ber til at kæra samlaðu sjúkugongdina, samstundis sum møguleikin at kæra ávísan lækna fellur burtur.

Skal samlaða viðgerin kærast, krevur tað, at sjúklingurin undir øllum umstøðum skal greina hvørja hending,  eins og áður – so har er als eingin fyrimunur.

At kæra samlaðu gongdina, kemur at raka ósek og góð fakfólk í heilsuverkinum, ið ikki eiga lut í apuni.

Broytingin flytur kæruna frá einstaka læknanum, ið so kann krógva seg í systeminum (hópinum), hetta er óheppi fyri ábyrgdina og dygdina hjá hvørjum einstøkum lækna.

Danska “patientforeningen” metir, at rættarstøðan hjá sjúklinginum versnar við nýggju broytingarætlanini.

Heilsumálaráðið skrivar millum annað:

“Vandi kann verða fyri, at eitt heilsustarvsfólk verður hongt út og tískil fær eitt ringt orð á seg, uttan at kæran í sær sjálvum gevur høvi til átalu frá Styrelsen for Patientsikkerhed.

Nevnast kann, at Læknafelag Føroya hevur víst á, at tey meta at verandi skipan kann hava óhepnar fylgjur fyri limir teirra.”

Javel : “uttan at kæran í sær sjálvum gevur høvi til átalu frá Styrelsen for Patientsikkerhed.”

Soleiðis sum “Styrelsen for Patientsikkerhed” arbeiðir er tað rár hending, at lækni fær átalu, so argumentið er rættilig vatntætt – haraftrat eru tað sokallaðir “uttanveltaðir” læknar, ið eru partar av niðurstøðuni, sum eru kendir fyri at “hytte sit eget skind”

Ikki eitt orð um støðuna hjá sjúklinginum, sum kann vera veruliga ofri, kann missa sítt lív, førleika ella lívsgóðsku, um illa vil til.

Um verandi lóggávu skrivar Heilsuverkið á heimasíðu síni :
”Sum sjúklingur hevur tú møguleika fyri at kæra um viðgerð, tú hevur fingið í føroyska heilsuverkinum.

Hetta er við til at betra um dygdina av viðgerð og rættarstøðuna hjá sjúklingunum.”

Verandi skipan er als ikki nøktandi, tó hon er betri enn eingin skipan.

Og nú verður skipanin útholað.

Annars eru í donsku útgávuni ásetingar um samrøður við sjúklingin at hjálp honum at kæra ella at lata kæruna falla burtur, hesar ásetingar tekur læknakonan og heilsu starvsfókið, Margit Stórá, ikki við.

 Tað er ómátaliga trupult, møtimikið og krevjandi hjá sjúklingi, at avgreiða eina klagu – tey flestu orka tað ikki.

Harumframt umorðar Styrelsen for Patientsikkerhed kæruna, hjá sjúklinginum, sum teim hóar.

Alt í alt ein skipan, ið er vánalig rættartrygd fyri sjúklingin, sum nú verður gjørd uppaftur verri.

Eg mali til at broytingin ikki verður gjørd, at vit í staðin hyggja eftir uppskotið, sum danska “Patient Forengingen” hevur gjørt – og taka tað haðanífrá.

Mest lisið hesa vikuna

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

Í gjár kl. 09:34

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15

Jóannes nærkast nýggjum sáttmála

19. januar kl. 15:46