Ongi úrslit

Jóannes nærkast nýggjum sáttmála

Føroyski landsliðsspælarin í fótbólti vónar, at sáttmálin verður veruleiki, meðan hann er í Norra og hyggur eftir hondbólti

Jonhard Hammer
22 tímar síðan

Í dag er friðarligur dagur í føroysku leguni í norska høvuðsstaðnum. Nógvir føroyingar eru at síggja í miðbýnum í Oslo, og onkur eru uttanfyri býum og standa á skíðum.

Í býnum hittu vit fyrrverandi liðfelagarnar á landsliðnum í fótbólti Sølva Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð. Síðstu árini, tá ið teir vóru á landsliðnum saman, høvdu teir felags kamar.

Tá ið vit hittu teir, vóru teir á veg í býin at fáa sær at eta.

Hjá Sølva Vatnhamar, sum 5. mai verður 40 ár, er tað greitt, at hann eisini í 2026 fer at umboða Víking, og tað sær út til, at tíðarskeiðið hjá honum á landsliðnum er liðugt. Sølvi Vatnhamar hevur spælt 79 landsdystir og skorað tvey mál.

Tað er framvegis ikki greitt, hvar Jóannes Bjartalíð, sum 10. juli verður 30 ár, nú fer at spæla fótbólt, eftir at tað í heyst varð greitt, at talan ikki fór at verða um nýtt sáttmálaskeið í Fredrikstad.

Í dag sigur Jóannes Bjartalíð, at tað gongur rætta vegin við samráðingum um fótbóltsframtíðina hjá honum.

-Eg eri klárur at tørna til í nýggja felagnum beinanvegin. Vit samráðast við trý ymisk feløg, og tað kann vera, at talan verður um nýggjan sáttmála heilt skjótt. Talan er um feløg, sum ikki eru so langt burtur, og talan er eisini um okkurt felag, sum er langt burtur, sigur Jóannes Bjartalíð í dag.

Higartil hevur Jóannes Bjartalíð spælt 40 landsdystir.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

Í gjár kl. 15:46

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Myndir: Lív í umborð

15. januar kl. 19:20

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

Í gjár kl. 09:34

Myndir- Vunnu við 13 málum!

Í gjár kl. 18:49