Ongi úrslit

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

Ein greining av lýsingini hjá føroysku fjølmiðlunum av Ísrael-Palestina stríðnum

Mark Jiménez
3 tímar síðan

Nógv kjak hevur verið um, hvussu fjølmiðlarnir siga fólkadrápið í Gaza, og um tað miðlar veruleikan á ein nøktandi ella “objektivan” hátt. Tað er væl kent, at flestu røddir “báðumegin” kjakið, sum tað ofta verður kallað, eftir øllum at døma kunnu vera samdar um eitt: at dekningurin er óhóskandi. Sum tað onkuntíð verður lýst, so er talan um eitt evni, sum “veruliga fær sinnini í kók ”. Í hesum sambandi sendi Kvf eina sending í kjalarvørrinum av tvey ára degnum fyri álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober og eina sending um vápnahvíldar-avtaluna millum Hamas og Ísrael sum varð undirskrivað stutt eftir 16. oktober. Sendingarnar viðgjørdu júst hetta evnið við kjaki og innskoti frá fleiri virkandi, eitt nú fólkatingslimur Sjúrði Skaale og tíðindaritstjóranum hjá Kvf, Katrin Petersen. Leinkja til sendingarnar:

https://kvf.fo/ljod/sending/breddin?sid=198097

https://kvf.fo/ljod/sending/breddin?sid=198524

Tað er rætt at siga, at vit í Føroyum hava eitt merkiliga sterkt og til tíðir rættiliga órationelt kensluligt tilknýti til nærum 80 ára gamla tjóðskaparríkið í Vesturasia, sum okkum dámar væl at kalla “allieret”, “systurdemokrati” ella “einasta fólkaræði í Miðeystri”. Vit ganga runt og veittra við teirra flaggi, onkuntíð sum um tað var okkara egna. Nakrar framstandandi røddir her tosa enntá um “Guds útvalda fólk”. Uttan mun til hvørja sjónarmið ein kann eiðast við, so hevur Ísrael uttan iva eina serliga status millum lond, umgyrt av eini næstan heilagari aura, har ein og hvør kritikkur lættliga verður fataður sum halgibrot.
Tað er sostatt ein samanrenning av fleiri viðurskiftum: undirbrotligheit mótvegis ein geopolitisk skipan innan karmarnar hjá tí valdsmikla amerikanska heimsveldi og tess globala stríði um hegemoni, saman við elementum av fundamentalistiskari og átrúnaðarligari ideologi umframt ráðandi mentanarligum hugtøkum. Ein kann næstan ikki yvirmeta, hvørja sterku ávirkan hesi viðurskifti hava – um vit vilja viðganga tað ella ikki – á fjølmiðlafrágreiðingina av Ísrael, á óúttalaða, men týðandi sensur kring evnið, og á endurgevingina av diskursum, sum virka í samstarvi við krígsmaskinuna.

VÁPNAHVÍLD =MEDIA-BLACKOUT

Avnoktan (denialism á enskum), í eini tíð, har ómetaliga nógvar upplýsingar eru beinanvegin tøkar fyri øllum 24/7, er ein sera útbreidd støða og ein ótrúliga kraftmikil sálarlig mekanisma. Tað er ein djúpt menniskjaligur eginleiki, bæði á einstaklinga- og felagsstøði: førleikin – ella veikleikin, alt eftir hvussu tú hyggur at tí – at lúgva fyri sær sjálvum og øðrum, og tað at nokta nøkrum av teimum mest eyðsýndum sannroyndunum .

Men eins og alkoholikarin ella rúsevnismisnýtarin, sum tvingsilsliga heldur fram við sínum illgerðum – ofta við lívs-oyðileggjandi avleiðingum – ella eins og hjúnafelagin, sum heldur fram at tola at verða sligin og misnýtt, so finna vit umberingar, forkláringar og fantasiir, sum gera tað møguligt at varðveita og halda fram við sjálvdestruktivu atferðini. Tað er eitt úttrykk fyri óvilja at møta veruleikanum.

Tað er ein ótrúliga treisk avnoktan av áhaldandi fólkadrápinum í Gaza, sum vit eru vitni til, bæði frá miðlum og politikarum, hóast nógv prógv og tann ósigandi níðingsskapur , sum hvønn einasta dag gongur fyri eygum okkara. Hetta er fyrsta “beinleiðis stroymda” fólkadrápið í søguni.

Tað er torført at áseta júst í hvønn mun henda avnoktan er tilvitað, og um hesir aktørar lúgva fyri okkum øllum, ella í roynd og veru lúgva eisini fyri sær sjálvum. Men eingin ivi er um, at henda avnoktan hjálpir til at varðveita teir skaðiligur valdskipan og hierarkiini, sum slóða fyri (sjálv)oyðileggjandi atferðini hjá Ísrael og Vesturheiminum.

Samstundis hjálpir henda atferðin til at undirgrava og í roynd og veru drepa ta sonevndu "reglugrundaðu heimsskipanina” (rules-based world order) - ta skipanina, sum kanadiski forsetin Mark Carney tosaði um um dagarnarm, sum vit ímynda okkum sjálvi at vera standardberarar fyri, alt meðan vit ákæra onnur fyri at gera júst tað sama.

Tað eru nú yvir tríggir mánaðir síðani, at vápnahvíldaravtalan (sum støðugt skeivt verður kallað friðaravtala í føroyskar fjølmiðlar) millum Hamas og Ísrael varð undirskrivað. Tiltakið varð kunngjørt við stórum yvirskriftum og harðljóðandi  fanfare og lúðrablástur í fjølmiðlunum, eisini hjá Kvf. Kundi tað veruliga bera til hjá palestinarum og ísraelsmonnum at semjast um frið? Vildi tað eydnast Donald Trump at trýsta eina slíka avtalu uppá pláss? Og ikki minst: vildu partarnir hildið seg til tað? Hetta vóru nakrir av teimum stóru spurningunum, sum varð sett

Tá í tíðini kundu føroyingar eisini fylgja við í stóra fangaskiftið frá skermum í sínum hugnaligu stovum í D&V – í øllum førum hvat ísraelsku fangunum viðvíkti.

Og so fara beinanvegin í eina fullkomna media-blackout kring alt evnið.

Nú vóru allir teir seinastu livandi – og (næstan) allir deyðir – ísraelskir gíslar leyslatnir. Við tí hevði fokus á stríðinum knappliga guvað burtur. Sum tey siga: úr eygsjón, úr huga.

Men hevur mann gingið runt og trúð – sum meirilutin av føroyingum helst gera, eftirsum “mainstream” miðlarnir ikki longur nevna tað – at ræðuleikin er av, at friðurin loksins er komin í paradísið, og at tey livdu lukkuliga, so noyðist mann tíverri at hugsa umaftur.

"Trýrt tú ikki uppá,at avtalan fer at halda?” Katrin Petersen ljóðaði undrandi, tá eg hendan dagin um miðjan oktober tosaði við tíðindastjóran hjá Kvf í telefon – í andlitinum á mínum djúpa misáliti á, at “vápnahvíldin” fór at vara sera leingi.

Onkuntíð hati eg at hava rætt. Og ikki (bara) tí eg eri eit geni, men tí eg – eins og so nógv onnur, sum fylgja við – sá frammanundan tað mest forútsiguliga í heiminum: nevniliga at Ísrael beinanvegin fór at finna nakra umbering fyri at bróta vápnahvíldina, tá tað hóskaði teimum. Eg má tó viðganga, at eg undraðist á, hvussu skjótt tað hendi.

Síðani oh-so-skroypilig vápnahvíldaravtalan kom í gildi, og meðan heimsins eygu enn einaferð hava vendið sær burtur frá Gaza, hevur Ísrael brotið hana yvir túsund (bókstaviliga) ferðir. Soleiðis heldur fólkadrápið fram, tó við minni intensiteti enn áðrenn avtaluna.

Eisini skal undirstrikast, at Hamas harafturímóti hevur hildið seg til fyrsta byggistig av avtaluni til brævið – bæði við avhendingini av fangunum, men eisini aftaná – hóast Ísraels dagliga álop og áhaldandi blokadu.

Veruleikin er, at ísraelska samfelagið er eitt, sum er djúpt fallin til harðskapi; tað hevur verið so síðani gitnaðartiðina, síðani landið varð skapt á oyðilegging , hópadráp og fólka útreinsing. Tey kundu ikki steðga, um tey vildu. Vesturheimurin er tó bara ov fúsur at geva eftirlæti tilÍsraels oyðileggjandi atferð. Tað er tíðindavert hvørja ferð palestinar ræðast, drepa ella ræna ein ísraelsmann. Tá Ísrael drepur palestinarar í hópatali, svøltar teir, rænir, pínir og neyðtekur teir, er ikki eitt glimmur í miðlunum um tað – tað er sostatt fullkomiliga normaliserað og avnoktað.

FÓLKJARLÆÐI ER TREYTAÐ AV UPPLÝSING. MÁLIÐ FYRI FRÍAN MIÐLA.

Henda grein byggir á, at breið semja er um, at opið kjak og fræls pressa eru grundleggjandi fortreytir fyri einum væl virkandi fólkaræði. Ikki minst í okkara tíð við “fake news” og “deep fakes”, mugu vit viðurkenna stóra týdningin av einum trúverdugum, skattafíggjaðum almennum miðli. Sonevnda fjórða ættin skal tryggja, at tað upplýsta fólkið megnar saman at taka tær mest hóskandi, moralsku og rættvísu avgerðirnar – og harvið framhaldandi tryggja fólksins áhugamál, leys av sviki, korruptión ella duldari valdsmisnýtslu, bæði lokalt og globalt.

Tíverri mugu vit ásanna, at álitið hjá fólkinum á fjølmiðlarnar (og aftur á fólkaræðið) nú er sera lítið – og kanska ikki uttan orsøk.

Her fari eg ikki at viðgera ta enn ófatiliga katastrofalu støðuna í Gaza, sum Ísrael hevur skapt og framvegis skapar hvønn dag, og sum okkara miðlar systematiskt hava svikið at siga frá. Kári Sverrison hevur júst skrivað ein framúr góðan, umfatandi og harðrendandi samandrátt av Ísraels støðugum brotum á vápnahvíldaravtaluna og brotsverkum móti palestinarum, sum eg vil eggja øllum til at lesa væl.

(https://dimma.fo/grein/arid-id-for-i-gasa-og-israel-fyrri-partur)

’BIAS’ HJÁ FJØLMIÐLUNUM OG LUTTØKA

Lat meg siga tað soleiðis: Føroyingar, sum vilja skilja stríðið í Ísrael/Palestina, og hvørs høvuðskelda til upplýsingar um umheimin er føroyskir miðlar, eru púra ráðaleysur . Føroyingar hava ongan veruligan kjans at skilja, hvat hendir – til dømis í Gaza – um vit einans stóla á hesar miðlar, sum í besta føri leggja fram eina sera sundurbýtta og ófullfíggjaða mynd av veruleikanum, sum ikki gevur meining.

Eg vil fara so langt sum at siga, at fjølmiðlarnir eru virknir samsek, og at teir gera áhaldandi fólkadrápið møguligt við at sópa tað undir teppið, við at leggja fram eina feilaða og skeiva mynd, sum í síðsta enda hjálpir til at fríkenna tey seku og skemma – og enntá demonisera – ofrini.

Tað er ilt at siga júst í hvønn mun einstøku miðlafólkini eru tilvitað um hesi viðurskifti , tí nógvar av teimum upplýsingum, tey bera fram, umframt at vera tiknar beinleiðis úr øðrum miðlum, endurgeva lutvíst ótilvitaðar fordómur og sosialt skaptar konventiónir um skipanir, samfeløg og fólk, sum tey flestu tí seta tey ongantíð spurnartekin við tey.

Hetta kann lýsast við skitsuni, har ein svimjandi fiskur heilsar uppá ein annan fisk og spyr: “Hey, hvussu er vatnið í dag?” – sum hin undrandi svarar: “Hvat vatn?”

Tað eru nógv dømi í altjóða pressuni, har sjálvt nakrir av heimsins størstu miðlabólkum, so sum BBC og The New York Times, vísa greiðan skeivleika til fyrimuns fyri Ísrael. Tey endurgeva ofta frásøgnina hjá Ísrael ókritiskt og varðveita umfatandi misinformatiónsátøk, samstundis sum tey halda aftur fráboðanum, sum kunnu skaða umdømið hjá landinum.

Fleiri greiningar skjalprógva hetta mynstrið: The Intercept hevur til dømis kannað frágreiðingina hjá New York Times í oktober 2023, meðan bæði Dropsite News og Novara Media hava kritiserað BBC fyri systematiskt skeivar fráboðanir til fyrimuns fyri Ísrael og ímóti palestinarum í Gaza. Hesar kanningar geva eina greiða mynd av, hvussu fleiri av heimsins mest virdu miðlum kunnu vera við til at normalisera og dylja við at endurgeva umfatandi skeivu upplýsingarherferðir, umframt at tálma fráboðanum, sum kunnu skaða teirra umdømi. Nakað av hesum er umrøtt her:

https://www.dropsitenews.com/p/bbc-civil-war-gaza-israel-biased-coverage

https://novaramedia.com/2025/06/16/bbc-systematically-biased-against-palestinians-in-gaza-coverage/https://theintercept.com/2024/02/28/new-york-times-anat-schwartz-october-7/

 ’HASBARA’.

Flestu fólk – bæði pro- og anti-zionistar – hava nú viðurkent, at Ísrael hevur – ella er – tapt “PR-stríðið”. Tað skal kanska ikki undra, at fólk reagera negativt, tá tey verða útsett fyri einum endaleysum streymi av myndum av tí óhugsandi harðskapi, elendigheit og oyðilegging, sum Ísrael hevur elvt til í Palestina, og serliga í Gaza. Hetta er tó nakað, sum Ísrael & Co reglufast fer at vísa burturúr sum "antisemitisma" og “Hamas-propaganda”.

Í nógv áratíggju hava vesturlendskir miðlar verið stýrdir av ísraelska-pro-kolonialistiska diskursið. Eg vil vedda uppá, at Ísrael og zionistiskir leikarar kring heimin – sum til heilt nýliga høvdu kunnað í stóran mun stýrt frásøgnini um evnið óavbjóðaðir – nú eru fangaðir í gerðini, so at siga.

Síðani 7. oktober 2023 hava nógv fólk kring heimin vaknað til Ísraels grimdargerð  (sum als IKKI byrjaði tá), tí nýggju sosialu miðlarnar, talgildu pallurnar og alneyðugar leitimaskinur hava gjørt tað møguligt hjá øllum at taka upp, leggja upp og deila upptøkurnar. Smáir, óheftir tíðindastovur hava kunnað røkt fólkið og víst ráa harðskapin og hjartaskerandi órættvísið í ósemjuni 24/7 á smáu skermunum hjá brúkarunum – leysir av Ísraels “hasbara.”

Í Wikipedia kan man lesa um hugtakið "hasbara": “…different terms have been used to describe Israel's and other actors' efforts to reach audiences abroad. Hasbara was formally introduced to the Zionist vocabulary by Nahum Sokolow.[1] Hasbara (Hebrew: הַסְבָּרָה) has no direct English translation, but roughly means 'explaining'. It is a communicative strategy that 'seeks to explain actions, whether or not they are justified'.”

Við øðrum orðum er hasbara í roynd og veru orðið fyri pro-ísraelska propaganda.

Ein kann ikki yvirmeta tað ovurmiklar resursurnar, sum Ísrael og zionistiskar felagsskapir kring heimin brúka til “upplýsing”. Teirra PR-maskina er kolossal – ein stovnur í sær sjálvum, sum bert er vaksin eksponentielt síðani álopið hjá Hamas á Ísrael í oktober 2023,. Tða er ein kraftmikil miðlaálop, sum hevur til endamáls at væla um skaðan, sum teir sjálvir hava gjørt á teirra so líðandi illa farið brand. Sum Netanyahu sjálvur segði fyri stuttum: hetta er eitt krígj, sum nú verður ført í miðlunum.

Samstundis hevur Ísrael arbeitt hart fyri at miðvíst fara eftir og tiga ummælarar og journalistar, sum tora at siga frá sínum brotsverkum til skaða fyri Ísrael. Hetta hevur verið gjørt á ymsum frontum: Tað mest týðandi er miðvísa morðið á journalistum og miðlafólkum . – ofta saman við familjum teirra – í palestinsku økjunum. Higartil eru yvir 250 journalistar myrdir av Ísrael - tað er langt tað hægsta talið av journalistum, sum eru dripin í nøkrum stríði í heimssøguni.

Harumframt er altjóða journalistum bannað at koma inn á Gazageiranum – álagt av Ísrael sjálvandi. Hetta bendir á, at tey ikki vilja hava heimsins eygu at hyggja beinleiðis inn í teirra djúpt ólógliga og ógvusliga fólkadráp, og at tey eru sinnað at gera alt fyri at forða fyri tí.

Ísrael bannaði miðlafelagsskapinum Al Jazeera at virka á Vestara Áarbakka; IDF-hermenn møttu upp á studionum og stongdu tey við valdi á staðnum í 2024, kastaðu øll út og rivu skrivstovurnar heilt niður.

Harumframt er tað væl kent, við nógvum dømum, at Ísrael ágangandi fer eftir journalistum og ummælarum kring heimin sum átala við atfinningarsemi  – ikki minst í Vesturheiminum – við hóttanum, ágangi og enntá fongsli. Hetta er ikki atferð, sum vanliga er knýtt at einum fólkaræði.

Um sterk ávirkan yvir mainstream miðlunum ikki var nokk, so keypir ísraelska lobby nú eisini upp talgildar pallar (sum TikTok) og miðlabólkar (CBS / Paramount), courtesy av amerikanska mega-milliarderinum og erki-zionistinum Larry Ellison og soninum David. Tað er ikki yvirdrivið at siga, at ávirkanin hjá Ísrael er allestedsnærværende í miðlalandslaðið.

Hasbara gongur á tveimum beinum: fyiri tað fyrsta snýr tað seg um at leggja fram eina pena, vinarliga og poleraða ímynd av Ísrael fyri umheiminum. Ísrael verður lýst sum eitt hugsjónarligt vesturlendskt samfelag: demokratiskt, framsøkið, opið, inkluderandi, hátøkniligt og, í ávísan mun, eksotiskt. Tað er eitt “ljós í myrkrinum,” hoyrir ein ofta.

Hinvegin so snýr tað seg líka nógv um at mála eina myrka og groteska mynd av “fíggindanum” – altso arabarum og muslimum sum so. Tey verða lýst sum ónd, primitiv, harðlig, kúgandi, fundamentalistisk, yvirgangsfólk, fordómsfull, ómenniskjalig – og sjálvandi, í síni natúru,  antisemitisk. Hendan ógvusliga og órealistiska karikaturin ómenniskjaliggera arabarar og muslimar sum heild, og appellerar kensluliga til eitt breitt tvørsnit av vesturlendskum fólkasløgum, við teirra djúpgrógvaðu fordómum, ótta og andstygd mótvegis teimum fremmandagjørdu “ómenniskjir”.

Vakni eygleiðarin hevur helst longu lagt til merkis ómissandi parallellina millum tað, sum jødar vóru útsettir fyri gjøgnum stóran part av evropeiskari søgu – fólkajagstran, útihýsing og demonisering – fram til seinna heimsbardaga og Holocaust, og tað, sum muslimar sum heild eru útsettir fyri í dag nógvastaðni í vesturheiminum. Muslimar eru teir nýggju jødarnir.

Samstundis skal viðgangast, at vit í Vesturheiminum hava verið meira enn fús at rúma tørvinum hjá Ísrael á hasbara, síðani staturin varð stovnaður eftir seinna heimsbardaga. Vit hava virkin luttikið í hesi "whitewashing" av ræðuligan kolonialistisku verkætlanini - tí harða apartheid-statinum, sum Ísrael hevur verið frá byrjan av, og sum nú kulminerar við einum víðfevndum fólkadrápi.

MEDIERNES VIRKEMIDLER

Tá mann hoyrir og lesur um evnið “Miðeystur” í vanligu tíðindamiðlunum, verður støðan “har niðri” lýst á ein serstakan hátt, sum vit vesturlendsku lesarar hava vant okkum við og taka fyri givið. Støðan verður lýst sum ein ævig krígsstøða – ein órationel og endaleys ringrás av harðskapi, sum hesir “krígselskandi muslimarnir” ikki duga at finna útav, hvussu teir skulu steðga, og sum um vit í Vesturheiminum einki hava við ósemjurnar at gera. Samstundis noyðist fátæka, sakleysa og friðarelskandi Ísrael at líða avleiðingarnar av harðligu grannunum. Tað er ein fatan, sum við nærri søguligari kanning tykist fullkomiliga skeiv. Okkara (Vesturheimsins) støðuga nærvera í økinum hevur í stóran mun verið við til at skapt óstabilitet og ófrið í yvir eina øld.

Tað, sum hevur mín áhuga sum miðlanæmingur, er leikluturin hjá miðlunum í okkara fatan av heiminum. Herundir ósemjan í Miðeystri: hvussu verður hon lýst – ella ikki; hvørji bragd brúka redaktiónin vanliga til at endurgeva eina væl filtraða, reinsaða, destilleraða og sóttreinsaða útgávu av veruleikanum, og hvussu verða stríðið og viðkomandi aktørar og stovnar artikuleraðir? Eisini eru nøkur afturvendandi tema, sum eru ætlað at varðveita eina – so vítt gjørligt – heilstoyptu mynd av Ísrael, sum vit í Vesturheiminum kunnu nemt relatera til, samstundis sum tey tilætlað skapa iva og ørkymlan um umstøðurnar mitt í einum fólkadrápi, lagað til vesturlendsk eygu.

Tað eru nøkur eyðkend sløg av tólum og atferð, sum miðlarnir støðugt brúka til at verja umdømið hjá Ísrael hjá almenninginum og harvið “manufacture consent” (sum Chomsky kallar tað). Altso, at skapa samtykt. Hesi virka ofta í samstarvi við hvønn annan:

1. At ikki siga frá týðandi hendingum og gongdini, ella sleppa týðandi upplýsingum í tíðindafrágreiðingum. Tað er kent, at hálvsannleikar mynda tær størstu lygnirnar.

2. Framing: Tíðindini verða fráboðað út frá einum úrvali av forhugsaðum fortreytum, sum sendarin í stóran mun stýrir, meðan móttakarin/hyggjarin ofta ikki er vitandi um tey. Hetta skapar ósagdu karmarnar, vinkulin og samanhangin og gevur ríkiligan møguleika fyri manipulatión av faktuellum frágreiðingum.

3. “Both-side-ism” ella ”báðar-síður”-syndromið  - Tá fráboðan kastar Ísrael í ringt ljós, elvir hon sjálvvirkandi til eitt mótargument – ​​helst frá einum talsmanni, sum umboðar pro-ísraelsku leguna. Objektivitetur, ella strembanin eftir tí, er sjálvandi ynskiligt, men fjølmiðlarnir blanda ofta objektivitet og trúfesti móti fakta við patologiskt leita efteir einum miðpunktði. Hetta er í veruleikanum ein svikalig útsjónd av neutralitetur og nuansur, uttan hugsa um fakta og prógv. Men tað merkir nettup manglandi sakleiki, tá eitt “talking head” skal vera við til at mæla ímóti, seta iva á ella tosa uttanum annars óreingilig sannroyndum.

4. Júst sum “both-side-ism”, soleiðis verða røddirnar i evnið hjá okkum heima ofta lýst sum tveir sambærilig eind. Hetta vanrøkir tað ógvuliga asymmetriska valds- og tilfeingisbýtið teirra millum. Ísraelsfjepparnir í Føroyum eru ógvuliga fíggjarliga og politiskt tilvitaðum, men ljósskjart felagsskap við beinleiðis sambandi við valdsmiklu ísraelsku og amerikansku lobby’ina eins og við politikaraklassin heima, so sum ICEJ Føroyar, Vinafelagið Føroyar – Ísrael og Ísraelsmissiónin Føroya. Á pro-palestinsku síðuni eru vit ein rúgva av hippium, sum hugsa um mannarættindi, frælsi og rættvísi fyri øll fólk á jørðini, og sum av sær sjálvum komu saman í kjalarvørrinum av 7/10/23. Vit verða støðugt ignorerað av fjølmiðlunum. Vit eru ein 100 prosent grasrótarrørsla, við fullum gjøgnumskygni og sera avmarkaðum materiellum tilfeingi, fíggjað einans gjøgnum merch-sølu og smáar gávur frá engageraðum sálum her heima.

5. Villleiðandi, væl útvaldar upplýsingar verða ofta lagdar fram í stuttari yvirskrift, uttan viðkomandi samanhang og við sleptum týðandi upplýsingum. Nógvir lesarar – teir flestu – lesa bara yvirskriftina og fara víðari til næsta tíðindastubba. Tey, sum longu eru óvitandi ella ókritisk um støðuna, sita eftir við eini skeivari heildarmynd av veruligu støðuni.

6. Trælslig og ókritisk endurgeving av útsøgnunum hjá teimum aktørum, sum talan er um, uttan at avbjóða ella seta spurnartekin við tær, er útbreidd. Hetta er støðugt galdandi fyri ísraelsku leguna, teirra leiðarar og talsmenn, líkamikið hvussu skeivar ella skeivar útsagnirnar kunnu vera. Miðlarnir virka soleiðis sum snarskrivari hjá teimum, sum sita við valdinum. Talan er um ein serliga smartan og effektivan hátt at óhindraða sending av subjektivum sjónarmiðum, ógrundaðum áskoðanum og beinleiðis skeivum upplýsingum (aka “fake news”) sum um tað vóru fakta – uttan at sendarin ella fjølmiðlarnir skulu taka ábyrgd. Hetta gevur eina ávísa "plausible deniability" samstundis sum slepst undan at løsta, (ov nógv)  trúvirðið hjá fjølmiðlunum.

7. Mótsett fyrra punktinum: Tá ein frágreiðing ella upplýsingar koma úr palestinsku leguni og seta Ísrael í eitt óhóskandi ljós, verður tað relativiserað, gjørt og illgrunasamt. Tað verður ofta tilskrivað ein meint óálítandi sendaran, til dømis klassisku orðingina “sambært Hamas-stýrdu heilsuverkinum í Gaza...”.

Eisini eru nøkur afturvendandi tema í orðaskiftinum kring Ísrael/Palestina-stríðið. Summir av hesum verða lýstir bókstaviliga og endurtakast í endaleysum, meðan aðrir bert eru undirliggjandi. Fyri nógvar lesarar verða teir tiknir fyri givið og hvíla ofta á djúpt festum rasistiskum fordómum. Hóast tey ikki hava nakað faktuelt grundarlag, hava tey verið sera effektiv at tálma og avleggja kritikk av brotsverkum Ísraels og hava enntá givið “moralska” grundarlagið undir at seta apartheidskipanina í verk og áhaldandi fólkadrápið.

Her eru nøkur av teimum tíðast:

- "Hetta er ein krígj ;Hetta er eitt stríð millum tvær sambæriligar og javnbjóðis partar”

- “Tvístøðan er alt ov fløkt at skilja”
- “Ísrael er eitt fólkaræðisligt grundlógarbundið ríki”
- “Ísrael = jødadómur”
- “Ein og hvør kritikkur av Ísrael er javnur við jødahatur”
- “Palestinarar = Hamas”
- “Samkensla við palestinska frælsisstríðnum er at góðtaka yvirgang”
- „Ísrael er offrið“.
- „Tað snýr seg um at gera Ísrael trygt“
- “Tað snýr seg um at frígera gíslarnar” (ísraelar – ikki palestinar)
- „Ísraelar eru gíslar, palestinar eru fangar“.
- “Ísrael hevur rætt til sjálvverju”

- “IDF er heimsins mest moralski herur”
- “At drepa palestinskar sivilfólk er ótilætlað”
- “At drepa palestinskar sivilfólk kann rættvísgerast”
- “Palestinar hava ongan rætt til mótstøðu ella sjálvverju móti hersetingarvaldinum, sum er merkt yvirgangur”
- “Hamas brúkar sivilfólk sum menniskjalig skjøldrar”
- “Hamas eru ómenniskjalig skrímsl uttan skynsamar motivatiónir, drivin bert av hatur móti jødum”
- “Myrkir menn eru møguligir/veruligir neyðtøkumenn”
- „Palestinarar, arabarar og muslimar hava eitt íborin  hatur móti jødum“
- “Palestinar hava eitt serligt og íborin ótoleransu mótvegis LGBTQ-fólki”

Breddin: Sjálvrannsakan í føroysku fjølmiðlunum?

7. oktober í fjør, á 2 ára degnum fyri álopið hjá Hamas á Ísrael, eydnaðist tað Kvf at halda seg frá at gera innrás í okkara stovur við flagginum hjá zionistisku eindini, eins og tey skammaleyst hava gjørt fyrr. Mann hevur nokk fingið eina lítla fatan av støðuni og kundi hugsa sær ein ringan smakk í munninum á alsamt fleiri føroyingum.

Harafturímóti setti Kvf upp eitt kjak í studio henda dagin við fleiri talarum  um fjølmiðlafrágreiðingina av "krígnum", sum tað eufemistiskt eitur, og sum eg fari at hyggja nærri at. Har vóru nakrar ógvuliga áhugaverdar og/ella problematiskir útsagnir, sum við nærri kanning siga nógv um fjølmiðlafrágreiðingina og mentanina kring evnið.

Íkast komu frá millum øðrum Kvf-journalistinum John Johannessen, fólkatingsmaður Sjúrði Skaale og kjakaranum Sigri Gaini.

Harafturat vitjaðu redaktørar úr fýra ymiskum føroyskum tíðindamiðlum í studioið at kjakast um evnið: Eirikur Lindeskov (Miðlahúsið), Ingi Samuelsen (Vikuskiftisblaðið), Árni Gregersen (FM1) og Katrin Petersen (Kringvarpið). Hesir fýra miðlaleiðararnir fingu høvi at hittast og, framman fyri okkum øllum, vaska hendur fyri øllum ósketni í frágreiðingini um “kríggið” í Gaza.

Altso, til spurningin, sum myndar grundarlagið undir kjakinum: "Er hetta krígjid undirdekka, og er miðlarnir raktir av einari ávísari eingist fyri at nærta við evnid?" – svarið er eitt rungandi  JA!

Fyrst og fremst noyðist eg heilt einfalt at ákæra øll miðlahús og journalistar fyri ongantíð at hava viðurkent morðið á yvir 250 av teirra starvsfeløgum – journalistum og miðlafólkum bara í Gazageiranum seinastu tvey árini – av Ísrael. Um hetta stendst av tilætlaðari dyljing ella reinum fákunnu um hetta annars ógvusliga krígsbrotsverkið, so vísir tað eina grundleggjandi ótrúfesti móti okkum hyggjarum og ein ófyrigeviligan manglandi samhugi  við tykkara  starvsfelagar.

Nei, heldur enn ein spurningur, hetta er ein játtan. Ein annar áhugaverdur spurningur, sum eg hevði viljað spurt, er: Hvør er orsøkin til hesa angist? Katrin Petersen sigur, at tey fáa reiðar teldupostar, sum klaga um “ringu” lýsingina av ófriðinum (haló, eg føli meg prikaða á her!).

Nú havi eg sjálvandi einki innlit í teirra brævaskifti við borgarar, men eg vil vedda uppá, at allir teir “óhugnaligu” fyrispurningarnir viðvíkjandi Ísrael/Palestina dekninginum í høvuðsheitum koma frá pro-ísraelskum aktørum. Sum Ingi Samuelsen sigur í eini sannleiksløtu: “tú kanst risikera at fáa øgiliga óvæntaðar uppringingar, um tú skrivar okkurt negativt um Ísrael.”

So má eg spyrja: Viðurkennir hetta SJÁLVSENSUR, við tí endamáli at spara viðkvæmar zionistiskar sálir? Og stendst sjálvsensururin BARA av kensluligum reaktiónum frá tilvildarligum lurtarum, ella eru onnur viðurskifti uppá spæl – politisk, búskaparlig og annars – sum ein skal vera tilvitaður um?

Jú, tað kann vera sera trupult yvirhøvur at nevna Ísrael í hesum døgum uttan at ljóða negativ, ella uttan at nevna fólkadrápið. Eg eri tó vísur í, at Kvf roynir sítt besta at gera tað. Tað er eingin ivi um: hvørja ferð Ísrael/Palestina verður nevnt í miðlunum í minni enn góðum ljósi, kanst tú vænta at hoyra Jenis’ æviga jammurdalur. Tað besta, sum fjølmiðlarnir kunnu gera fyri at bjarga umdøminum hjá Ísrael, er heilt einfalt ikki at tosa um tað yvirhøvur – og soleiðis vil Jenis eisini helst hava tað. Total avnoktan.

Sigri Gaini segði tað sum tað er: Kvf dekkar heilt einfalt stríðið ov lítið og ov illa. Tey taka seg sjálvi týðiliga ikki í álvara, tá tey gera tómar umberingar í staðin fyri at gera eitt betri arbeiði.

Um “báðir partar” klaga um dekningin, so er greitt, at pro-palestinsku røddirnar harmast um manglandi dekning av stríðið, meðan pro-ísraelsku aktørarnir harmast um, at tað yvirhøvur verður dekkað. Nú, sonevnda “vápnahvíldin” er komin uppá pláss, eru Jenis og pro-ísraelsku aktørarnir uttan iva low key ovurfegnir um, at mainstream miðlarnir eru bráðtagna um evnið.

Ein tann oftasta orsøkin, sum verður givin – og undirstrikað aftur og aftur í sendingini – fyri, at Kvf og føroyskir miðlar ikki lýsa ósemjuna betur, er, at vit ongar korrespondentar hava á økinum og at vit ikki hava nóg mikið av tilfeingi til at veita nøktandi lýsing av málinum. Men hetta er ikki eindømi hjá føroyskum fjølmiðlum. Sum øll nokk vita, so hevur Ísrael stongt Gazageiranum fyri heimsins journalistum.

Onkur má siga við Katrin Petersen, at við internetsambandi, telefon, eitt sindur av lesnaði og eitt sindur av kritiskari hugsan, ber til at koma rættiliga langt. Tey flestu av okkum hava ongantíð verið í Gaza, og tó havi eg við mínari kritisku hugsan og forvitni kunnað upplýsa  meg um málini við sjálvsáliti. Har er eitt rúgvumikið av fjølmiðlum, bókmentum, serfrøðingum, myndugleikum og fólki við djúptøknari vitan um málið, umframt fyrstu hondvitni, sum tú kanst seta teg í samband við og tosa við.

Kortini vísir hon bara lurtarunum at sjálvir navigera í altjóða miðlalandslagnum og finna sær tær “røttu” upplýsingarnar. Hatta ljóðar ikki sum ein miðil, sum tekur seg sjálvan í álvara.

Journalisturin John Johannessen rættvísger – hann kallar tað eina dilemma – fráveruna av rapportering við at siga, at myndirnar úr Gaza eru ov harðligar til at vísa okkum føroyingar. Kvf hevur soleiðis avgjørt, at vit føroyingar eru alt ov viðbrekin og sálarliga skroypilig til at fáa slíkar ræðuleikar vístar í okkara annars hugnaligu stovum.

Myndir av drápum, skerdum børnum, doyggjandi av hungri og undirhita, courtesy av okkara kæra allieraða og “systurfólkaræði” Ísrael, eru veruleikin í gerandisdegnum hjá Gazabúgvarar. Alt hetta eiga vit vanligu føroyingar at verða spard og tí ikki fáa innlit í. Og tað eri eg vísur í, at tað er Jenis bara samdur í.

Eg vil loyva mær at geva Kvf eitt tipp: Flestu miðlar, eg havi sæð, kunnu ávara frammanundan, tá harðligar myndir koma fram, ella káma tær. Men tá tit eru so umhugsin, at tit velja at spara okkum myndir av harðskapi, blóði og óhugnaligum, kunnu vit so ikki tola í tað minsta, at fáa at vita um tað verbalt? Tað gera tit heldur ikki!

Soleiðis slóðar sjálvsensur vegin fyri fákunnu – meint av atliti til okkara “viðkvæmi” – og vanligi føroyingurin hevur onga fatan av, hvat í roynd og veru hendir í Gaza, ella av valds-dynamikkinum kring konfliktina, tí Kvf hevur avgjørt, at vit ikki tola tað. Júst soleiðis vil Ísrael hava tað.

Hann nevnir eisini tørvin á at kanna tilfar, og av teirri orsøk, eftir øllum at døma, kann tað mesta ikki vísast. Hetta er tað, tú vilt kalla ein red herring – altso, aftur og aftur verða vit villleidd.

John, vinur mín (hvar tú enn krógvar teg í hesum døgum), hetta verður víða lýst sum tað best dokumenteraða fólkadrápið í søguni - hóast Ísrael roynir at dylja tað. Har er eitt rúgvumikið av óafturvísandi prógvum, og ríkiligur møguleiki er at fáa staðfest tilfar. Og aftur: eisini er ríkiligur møguleiki at fáa viðkomandi og upplýst fólk á linjuna – korrespondentar við taffel og nytårskur ella ei.

Ja, Sjúrður Skaale – fólkaklovnurin, føroyski umboðsmaðurin á Fólkatingi, og nú eisini Ísraels óformligi sendiharri og fólkadrápsavnoktarin – talaði upp. Teir SKULLU sjálvandi hava umboð frá “hvørjari síðu”. Tað má tó vera trupult í dag, ímyndi eg mær, sjálvt hjá Kvf, at finna onkran, sum alment er sinnaður at átaka sær uppgávuna at verja Ísraels fólkadráp.

Eg veit annars ikki, hvat kvalifiserar Sjúrð Skaale til at úttala seg um hetta evnið í landsdekkandi miðlunum. Ein má undrast á, at hesin sníkjandi og óerligi opportunisturin, sum helst enn kallar seg sosialist, fær møguleikan at lúgva okkum í andlitum og villeiða lurtarar við tí mest beinleiðis ram pro-ísraelska propagandanum, sum osar av rasismu – uttan tann minsta mótspæli  frá interviuarin.

Hann kom við ein langan rað pástandum, sum á ongan hátt eru faktuelt grundaðir, og summi sum eru prógvandi skeivir. Fyri at nevna tað grovasta:

Sjúrður gremur seg um, at “Ísrael hevur tabt miðlakrigjið totalt”. Ok, higartil eru vit samd. Men so leggur hann afturat, at “miðlanar um allan heimin hava latið seg brukt af anti-israel kreftum”. Hvat í allari víðu verð byggir hann hetta á, skal ein spyrja hann. Hvørjar „anti-ísraelskar kreftir“ vísir hann til? Og hvørjar miðlar? Hey, interviuari – ger nú títt arbeiði!

Aftur nú verður Ísrael lýst sum tað æviga offrið. Hinvegin er tað hugaligt, at hann viðurkennir, at tað í roynd og veru er eitt slag av krígji, sum spælir seg út í miðlunum, sum Ísrael stríðist harðliga fyri at “vinna.” Tað er eisini eitt lítið framstig, at hann hesaferð hevur hildið seg frá at kalla tað “Hamas-propaganda” og í staðin brúkar ta meira ógreiðu orðingina “anti-ísraelskar kreftir.”

Hvørji tilfeingi hevði ein lutfalsliga lítil felagsskapur sum Hamas havt til at ført eina slíka propagandaherferð á heimsvísu? Tað er vitleyst. Eg haldi, at Hamas hevur hendurnar fullar bara við at berjast móti Ísraels gigantiska og brutala hersetingarapparatinum.

Hvussu lætt tykist tað hjá hesum klovninum at venda veruleikanum á høvdið! Tað er eingin ivi um, at vanlig hóp-fjølmiðlarnir í Vesturheiminum hava gjørt nógv fyri at verja Ísrael, dylja teirra ræðuleikar og stuðla teirra narrativ.

Er tað hugsandi – hevði eg spurt hann – at orsøkin til, at Ísrael hevur “tapt miðlakrýgjið”, er, at sjálvt tann best skipaða og mest tilvitaða propagandamaskinan í heimssøguni ikki megnar at goyma ella rættvísgera ein endaleysan streym av ógvusligum krígsbrotsverkum, hópdeyða og oyðilegging, sum tann mest máttmikla og oyðileggjandi krígsmaskinan í heimssøguni hevur framt?

Men tann mest sjúkliga og ræðuliga av øllum teimum heiladeyðu og nú sera slitnu pástandunum, sum Sjúrður gjørdi – og sum interviuarin miseydnaðist eymliga at fregnast um, skal eg leggja afturat – var hansara pástandur um, at Hamas “hálshøgur” (sera miðaldarliga, annars!) teir palestinsku journalistarnir sum ikki boyggja seg fyri teimum, og tí tora tey ikki at tala tey ímótir.

Eg kann ikki byrja at siga, hvussu óerligt, óseriøst, óvirðiligt, óhugnaligt og moralskt korrupt – umframt faktuelt skeivt – tað er at koma við slíkum pástandi. Sjúrður burdi ongantíð vísa andlitið alment aftur eftir hetta.

Tað er altso  hansara elskaða Ísrael – og ikki Hamas – sum ikki bara hevur forðað fyri atgongd hjá altjóða pressuni í Gaza (av sjálvsagdum orsøkum), men Ísrael hevur framt nógv tað størsta miðvísa hópdrápið av journalistum og miðlafólkum í allari heimssøguni.

Sjúrður er ikki smæðin at háða og ærumeiða við óvanligum lættleika tey ótrúliga djørvu palestinsku journalistarnar og miðlafólkini, sum hóast nærverandi vandan fyri teirra lívi, avbjóða Ísrael, tala ímóti teimum og halda fram at siga frá teirra ólógligu gerðum, yvirgangur  og harðskapur . Hetta hevur kostað minst 250 av teirra lívi higartil – og nógvum av teirra familjum eisini.

Tað er eisini syndarligt, at interviuarin svølgdi tað rátt uttan at seta tað minsta spurnarteki við úttalilsina. Kalla hesi journalistar seg fakfólk???

Í kjakinum millum teir fýra ritstjórarnar vóru nøkur høvuðsevni, sum ráddu, men mann má eisini undrast á ta deyvandi fákunnuna, teir koma við inn í stovuna – og sum teir greitt ikki hava ætlanir um at gera nakað við.

Við nokkso uppgevandi hugburði styðjaði tey seg allan vegin til postulatinum, sum varð endurtikið sum eitt mantra: “Sannleikin er tað fyrsta, sum doyr í einum kríggi.” Hetta hevur elvt til ein nærum nihilistiskan hugburð um, at ein ikki kann vita nakað allíkavæl, og tí onga orsøk hevur at siga nakað sum helst. – Tað er alt propaganda, og tú ert bombarderaður við propaganda frá báðum pørtum, kærir Árni Gregersen frá FM1.

Tað sær út til, at hesi miðlafólk hava eina akutta allergi móti vanligari "fact checking", eins og tey aftur og aftur siga, at tað er vónleyst og sera trupult at gera tað.

Ingi Samuelsen, blaðstjóri á Vikuskiftisblaðnum, er ein, sum, tá tú hoyrir hann tosa um hetta, fær teg at spyrja teg sjálvan: Hví er hann boðin til slíkt kjak? Ella, hví rekur hann yvirhovur eitt miðlafelag, sum ger tíðindi?

Hann úttrykkir ein avgjørdan vantandi áhuga fyri evninum: "Krígji millum Gaza og Ísrael er ikki verri enn annað krygj. Tad er gjørt til naka heilt serligt í Føroyum, og tad skilji eg ikki."

Men eg taki hann við orðinum, tá hann sigur, at hann ikki skilir tað. Hóast tað, viðgongur hann, at hann er bangin fyri at skriva um Ísrael og tær “heldur óhugnaligu reaktiónirnar”, sum kunnu koma frá pro-ísraelskum aktivistum. Tað sigur ikki so lítið – bæði um hansara redaktionella stíl og um pro-ísraelsku aktivistarnar.

Hvis eg skrivi um Nagorno-Karabakh ella svartasta* Afrika (*seriøst, tað er tað hann segði!), so kemur eingin reaktion.

Tað er undarligt, at hann heldur, at hetta lættir hann um nakra redaktionella ábyrgd. Eg undrist eisini á, hvussu ofta blaðið hjá honum í roynd og veru hevur viðgjørt kríggj ella ósemjur í “svartasta Afrika”, sum hann kallar tað, ella í Nagorno-Karabak. Mín gitin er umleið null. Ikki bara tí, at hann – sum hann vísir her – eigur sera lítið intellektuelt forvitni, men eisini tí, at hesi støðini, eins og Ísrael/Palestina, eftir øllum at døma er hann púra líkasælur.

Tað er væl tað, mann kan vænta, tá sosialt óengageraðir vinnulívsmenn og embætisfólk reka miðlavirksemi: Ikki vert at skriva um, um áhugin ikki er nóg stórur; og ikki vert at skriva um um áhugin er ov stórur.

Árni Gregersen frá FM1 fær næstan í panikk, tá hann verður spurdur, um lýsingin av konfliktini er nóg góð: Vit kunnu ikki senda folk niður har… eru bundin í fót og hændur… vit vita hvør meirilutin føroyingar halda við… tað er svært at argumentera og broyta meiningar… man kann ikki stóla 100% á upplísningar sum man fær… tað firsta sum doyr í einum krígji tað er sannleikin… vit eru totalt spannað við propaganda frá báðum síðum… tað er hopleyst at sita her og kanna…”

Slappa av, Árni, tú situr trygt heima í Føroyum - IDF skal nokk lata teg fáa frið... (vónandi!)

Leiðarin á einum tíðindastovu situr har og greiðir okkum frá, at hann ikki fer at lýsa ósemjuna í Palestina, tí hann vil vera 100 prosent vísur í, at upplýsingarnar eru nóg góðar. Tveir minuttir seinni, Gud hjálpi mær, endurtekur hann – uttan at blunka og uttan minsta hugsan – lygnina, sum Sjúrður Skaale so djarvt vísti frá sær nakrar minuttir frammanundan, at palestinskir ​​journalistar verða myrdir av Hamas, um teir tala ímóti teimum! Hvussu í allari víðu verð kann nakar taka hetta í álvara? Hesir miðlar eru ikki annað enn lýsingartalvur.

“ST verður styrd av áhugamálum, og tí hava tey gjørt so nógvar resolutionir ímótir Ísrael,”

So her hava vit ein pástand, sum ljóðar sum ein konspirationsteori – frá manninum, sum sigur seg ikki fara at prenta nakað, sum hann ikki hevur álit á 100%.

Hvørji áhugamál vísir hann til, skal ein spyrja, tá tað gjørdi eingin í panelinum. Tað, sum uttan skugga av iva kann sigast um ST og Ísrael, er, at Ísrael (við USA á baki) tilvitað og treiskt hevur ført eitt kríggj móti ST. Teir hava skerjað og veikt bæði ST og ICC (sum hevur givið út altjóða handtøkuboð fyri krígsbrotsmannin, ísraelska forsætisráðharran) á nógvan ymiskan og sera ítøkiligan hátt.

Tá amerikanski læknin Mimi Syed, sum tvær ferðir hevur verið í Gaza og arbeitt har, var her í summar í fjør og helt fyrilestrar, røður og samrøður við politikarar og Kvf, ringdi eg til bæði Socialurin og Dimmalætting fyri at avtala samrøðu við hana og fyri at umrøða hennara fyrilestur í Tórsgøtu. Tað er jú ikki hvønn dag, at vit fáa tað slagið av vitjan í hesum landinum! Alíkavæl hevði hvørgin teirra áhuga í at at tosa við hana.

Er tað tí, at tað var ikki var tíðindavert? Var tað ikki nóg "faktuelt"? Tað trúgvi eg ikki eina løtu uppá. Teir vóru nokk óttasligin fyri pro-ísraelskum yvirreaktiónum, giti eg.

Eg haldi tað vera heilt undrunarvert, at hesi fólkini sita har og villast í umberingum sum “Sannleikin er tað fyrsta, sum doyr í einum kríggi”, “fog of war”, ella “hvussu ringt er tað at fakta-kanna tingini”, og at "tú ikki kanst hava álit á nøkrum“.

Tað er sum um tey hava fullkomiliga givið upp, ella tey ikki vilja viðurkenna sína uppgávu og ábyrgd – sum júst er at  bróta ígjøgnum hendan “fog of war” og royna at fáa sannleikan fram við at seta røttu spurningarnar, kanna kritiskt og fakta-tjekka. Í staðin, tað einasta tey gera er sjálvvirkandi og ókritiskt at klíggja uppaftur tey offisiellu talking points, sum koma úr leguni, vit hoyra til (USA/Ísrael, sjálvandi), líkamikið hvussu burtur úr vón og viti tey kunnu ljóða.

Tey skilja kanska ikki eingongd, at tey sjálvi eru við til at skapa áðurnevnda “fog of war” við sínum samspæli.

Katrin Petersen, tað sá út til, hevur bundið seg til at “gera betur.” Tríggjar mánaðir seinni sær tað ikki út til, at hon kann halda sítt lyfti. Tvørturímóti hevur Kvf eins og hini miðlahúsini verði púra kvirr um evnið, síðan sokallaða "vápnahvíldin" varð fráboðað.

Fólkadrápið er als ikki steðgað, og “vápnahvíldin” heldur ikki. Men teir seinastu livandi ísraelsku gíslarnir eru komnir heimaftur, so nú er ikki neyðugt at dekka stríðið  – bert at dekka yvir tí. Júst sum Jenis (og Ísrael) helst vilja.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41