Ongi úrslit

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Inntøkurnar í Eystur- og Sandoyartunlinum økjast ár eftir ár.

Tað staðfestir tunnilisfelagið. Felagið sigur, at í fjør vóru inntøkurnar hjá Eystur- og Sandoyartunlinum av bilum, sum koyrdu ígjøgnum tunlarnar, 215 milliónir krónur tilsamans. Tað eru 9 prosent meiri enn í 2024, tá ið inntøkurnar vóru 197 milliónir.

Inntøkurnar frá Eysturoyartunlinum vóru í 181 milliónir krónur, afturímóti 168 milliónum krónum í 2024. Hetta er ein vøkstur upp á 7,7 prosent.

Inntøkurnar frá Sandoyartunlinum vóru 34 milliónir krónur, aftur ímóti til 29 milliónir krónum í 2024, sum er ein vøkstur upp á 17 prosent.

Tunilsfelagið sigur, at nú inntøkurnar eru gjørdar upp, vísur fyribils uppgerðin, at einki ferðslutrygdargjald frá landinum var neyðugt fyri í fjør.

– Í samband við fíggingina av Eystur- og Sandoyartunlinum veitti landið eina ferðslutrygd, soleiðis, at felagið altíð megnar at gjalda síni lánsgjøld, rentur og avdráttir, umframt rakstrarútreiðslur.

Við ársenda í fjør var skuldin, sum renta skal rindast av, 1.978 milliónir krónur. Upprunaliga lánið var 2.640 milliónir krónur.

Lánið hevur eina fasta rentu upp á 2,73 prosent fram til 31. januar í 2040, tá ið øll skuldin er afturgoldin. Við øðrum orðum, er skuldin hjá tunlunum afturgoldin um 14 ár. 

Tunnilsfelagið sigur, at tilsamans kostaði tað 2.580 milliónir at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, sum eru tilsamans 22 km langir.

Hetta svarar til 117 milliónir fyri kilometurin og her eru renturnar í byggitíðini ikki taldar við.

Tá ið felagið fór undir byggingina, varð byggikostnaðurin mettur at verða 2.640 milliónir krónur. Eysturoyartunnilin varð bygdur frá 2017 til 2020 og Sandoyartunnilin varð bygdur frá 2019 til 2023.

 Í fjør koyrdu 2.365.349 bilar gjøgnum Eysturoyartunnilin og tað eru 8,6 prosent meiri enn í 2024, tá ið tað koyrdu 2.177.962 bilar ígjøgnum hann.

Ferðslan svarar til eina miðalferðslu upp 6.480 bilar um dagin. Í 2024 var miðalferðslan 5.951 bilar um dagin.

Í Sandoyartunlinum koyrdu 391.599 bilar í fjør og tað eru 7,8 prosent fleiri enn í 2024, tá ið tað koyrdu, 363.289 bilar gjøgnum hann.

Í miðal koyrdu 1.073 bilar ígjøgnum Sandoyartunnilin í fjør, í  2024 var talið 993 bilar.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

19 tímar síðan

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Turrur fiskur gevur styrki og orku

Í gjár kl. 16:19

Myndir: Lív í umborð

15. januar kl. 19:20

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

Í gjár kl. 09:41