Tað hevur verið gott føroyskt lag í miðbýnum í Oslo í dag. Spenningurin frá í gjárkvøldið, tá ið tað endaði 28-28 móti Sveis, er sodnaður, og nú snýr prátið seg nógv um dystin, sum verður klokkan 17 í morgin. Tá verður Montenegro mótstøðuliðið.
Montenegro tapti í gjárkvøldið 41-40 ímóti Slovenia.
Føroysku spælararnir høvdu eina fríløtu í dag, og tá vóru fleiri teirra saman við familjunum, sum eru í Oslo og fylgja við og stuðla føroyska liðnum.
Í dag hittu vit strikuspælaran og verjuskansan Teis Horn Rasmussen í miðbýnum. Hann var saman við mammuni Gurðun Horn, sum í síni tíð spældi hondbólt við Neistanum.
-Tað var øgiliga spennandi í gjárkvøldið, og eg fegnist saman við Teis og øllum spælarunum og øllum føroyingum um, at tað eydnaðist at vinna eitt stig. Tá ið havt verður í huga, at Føroyar eina løtu í seinna hálvleiki vóru frammanfyri við seks málum, so hevði tað verið stórt vónbrot, um tað ikki eydnaðist at vinna eitt stig, sigur Gurður Horn.
Hevur Teis altíð verið hondbóltsspælari?
-Hann er uppvaksin saman við hondbóltinum, sum altíð hevur fylt nógv í familjuni, og tað var tíðliga, at hann fór at spæla.
Hann er stórur og sterkur – hvat hevur tú givið honum at eta?
-Teis er væl limaður og bygdur, og tað kemur væl við, tá ið man er hondbóltsspælari. Matarlisturin hevur verið góður, og hann er ikki kræsin. Honum hevur altíð dámað væl at eta turran fisk úr Leirvík. Tað er sunn føði við nógvum kalorium og ongum feitti, svarar Gurðun Horn.
Teis Rasmussen er glaður um møguleikan at vera saman við familjuni og at hitta fleiri av mongu føroyingunum í Oslo. Nú eru hann og hinir spælararnir av álvara farnir undir fyrireikingarnar til stóru avbjóðingina, sum verður á skránni um eitt samdøgur.