Ongi úrslit

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Nú skulu tøl á borðið viðvíkjandi útlendingum í Føroyum.

Tað er Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum vil hava tølini á borðið, og tí hevur hann nú sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanlandsmálum, fleiri spurningar um útlendingar í Føroyum.

Eitt nú vil hann hava at vita, hvussu nógvir útlendingar hava arbeiðis- og uppihaldsloyvi í Føroyum yvirhøvur, og hann vil eisini hava at vita, hvussu nógvir útlendingar eru her, uttan at hava arbeiðsloyvi, ella grundarlag fyri at syrgja fyri sær sjálvum.

Hann vil eisini hava at vita, hvat verður gjørt fyri at forða fyri, at útlendingar eru her ólógliga.

Hann sigur, at tað er eisini nógv, sum bendir á, at tey ikki eru so fá, sum eisini hava fingið familju hendavegin

Somuleiðis vil hann hava at vita, hvørjar treytir verða settar til útlendingar, sum vilja sleppa at búgva í Føroyum, og um krøv verður sett til, at tey skulu hava revsiváttan.

– Tað er eingin ivi um, at útlendska arbeiðsmegin eigur sín stóra lut í vinnuliga og fíggjarliga framburðinum seinnu árini, staðfestir Bárður á Lakjuni.

– Hinvegin, bæði síggja og merkja vit broytingar í føroyska samfelagnum, sum eru elvdar til av møtinum millum ymisk mál og rættiliga ymiskar mentanir.

– Vit eiga av røttum at spyrja, hvussu nógv vælferðarsamfelag okkara megnar at bera av eyka byrðum, áðrenn skipanirnar fara ridla og kanska enntá hokna, heldur hann.

Hann heldur, at tað er ein spurningur um vit eiga at umhugsa at broyta mannagongdir og seta størri krøv, harðari treytir og at bøta um eftirlitið, tá tað um útlendska arbeiðsmegi og tilflytarar ræður.

– Vit síggja avleiðingar av tilflytingini í fólkaskúlanum, á barnaansingarøkinum og tíverri eisini í virkseminum hjá barnaverndunum kring landið.

Fólkaskúlin er settur undir einum serligum trýsti, tí barnatalið á teimum, ið ikki hava føroyskt sum sítt fyrsta mál, er vaksið nógv.

– Hetta skapar avbjóðingar í vanliga samskiftinum í skúlanum og ikki minst millum heim og skúla. Bæði tá tað kemur til mál og mentan.

Sama ger seg galdandi á barnaansingarøkinum. Aðrastaðni í samfelagnum síggja vit, at vit javnan verða noydd at samskifta á enskum, tí tey eru ikki so fá, sum ikki duga føroyskt.

Eisini vísti Barnaverndarstovan í frágreiðing síni fyri 2023 á, at talið á barnaverndarmálum við útlendskum børnum, tað eru børnum uttanfyri Norðurlond, er yvirumboðað samanborið við føroysk.

– Felags fyri hesi barnaverndarmál er, at tey »eru trupul at handfara vegna forðingar orsakað av málsligum- og mentanarligum muni« sum frágreiðingin sigur.

– Undanfarin ættarlið hava bygt okkum eitt vælferðarsamfelag, sum er gott, frælst og trygt at liva í. Av tí at vit eru so fá og smá, so skulu ikki serliga stórar broytingar henda í fólkasamansetingini, áðrenn vit fara at merkja og síggja tær. Og tað bendir á, at vit longu síggja tær sigur Bárður á Lakjuni.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Myndir: Lív í umborð

15. januar kl. 19:20

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41

Myndir- Vunnu við 13 málum!

18. januar kl. 18:49