Ongi úrslit

Sleppa ikki suður í kvøld

Smyril mátti fara avstað áðrenn tíð

© Smyril Line
Jóhanna Højgaard
22. januar kl. 18:15

Móðir suðuroyingar sum hava verið í Oslo, sleppa ikki heim fyrr enn í morgin, hettar var at hoyra í tíðindunum í Kvf í kvøld.

Skipini bæði, Norrøna og Smyril, vóru í Havnini í senn, tey møttust uttanfyri molan. Smyril kundi tó ikki bíða longur eftir at Norrøna legði at, tí tað er ov keðiligt veður.

Smyril mátti tí fara avstað áðrenn tíð, og Norrøna lá og bíðaði eftir, at Smyril fór frá Kai.

Virkandi stjórin á Strandfaraskip Landsins, Dánjal Samuelsen, sigur at tey eru øgiliga harm um støðuna, men tað bar ikki til at bíða longur tí so verður tað ein ógvuliga ringur túrur suður.

Ikki fyrr enn15.30 í morgin verður aftur farandi til Suðuroyar, tí veðurforsøgnin boðar frá ringum veðri.

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Tað er rein satanisma

Í gjár kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14