Ongi úrslit

Pengarnir floymdu í kassan í fjør

Myndin er frá Nes kommunu
Áki Bertholdsen
15 tímar síðan

Árið í fjør royndist væl á Nesi í Eysturoynni, tí kommunukassin er rættiliga bólgnaður upp av skattakrónum.  

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, sigur nevniliga, at skattainntøkurnar hjá Nes kommunu vóru sera góðar í fjør.

Í fjør var inntøkan av vanligum kommunuskatti, 76,5 milliónir, samanborið við 67,8 milliónir í 2024.

Skatturin er sostatt 8,7 milliónir, ella 12,6 prosent hægri í fjør enn hann var í fyrrárið.

Leggjast kann tó afturat, at ein teknisk orsøk ger, at úrslitið er serliga gott, og tað er, at at í 2024 fekk kommuna sera lítið inn fyri gamlan skatt, men tað var munandi meiri í fjør.

Men verður hugt eftir skattinum uttan hesar reguleringar, er vøksturin kortini 6,8 milliónir, ella 9,7 prosent, ið er ein stór hækking.

Hann sigur, at í miðal fingu kommunurnar kring landið sjey prosent meiri inn í skatti í fjør enn í 2024, so Nes kommuna lá væl omanfyri miðal í skattavøkstri.

Kommunan fekk 5,5 milliónir í felagsskatti í 2025. Hetta er met, og er munandi meira enn í 2024, tá felagsskatturin var 3,1 milliónir og í 2023, tá felagsskatturin var 1,6 milliónir.

Høvuðsorsøkin til tann nógva felagsskattin er framgongdin í botnfiskiskapinum, sigur Súni í Hjøllum.

Harafturat fekk kommunan 16,5 milliónir í eftirlønarskatti í fjør, og tað eru 2,2 milliónir, ella 15 prosent meira enn í 2024.

Ein orsøk til hetta - umframt góðu gongdina í samfelagnum yvirhøvur – er, at kravda eftirlønargjaldið hækkaði frá 10 til 11 prosent í fjør.

Kravda eftirlønargjaldið verður 12 prosent í ár og fer ikki longur upp, so tað er væntandi, at frameftir fer eftirlønargjaldið at fylgja lønargongdini.

Tilsamans fekk kommunan í 101,3 milliónir í skatti í fjør tá ið alt verður talt við. Hetta er 13,3 milliónir, ella 15,1 prosent meira enn í 2024, so talan er um eina stóra framgongd, sigur borgarstjórin.     

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Í besta lagi verður Elias jokari

9. januar kl. 18:34

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50