Ongi úrslit

Pedagogar skulu hava hava ein størri leiklut í fólkaskúlanum

Áki Bertholdsen
11 tímar síðan

Fleiri pedagogar skulu setast fulla tíð í fólkaskúlanum. Tað staðfestir Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum.

Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann um ætlanin er at styrkja leiklutin hjá pedagogum í fólkaskúlanum.

Hon sigur, at ein av stóru trupulleikunum er, at tað gongur so strilti hjá pedagogum at fáa fult starv í fólkaskúlanum.

Djóni Nolsøe Joensen sigur, at ætlanin er at arbeiða fram ímóti, at pedagogar verða settir fulla tíð í fólkaskúlanum.

Hann sigur, at fyrsta stig er at pedagogar í serflokkum fáa fult starv, og tað verður gjørt sum skjótast.

Hann sigur, at í løtuni verður samskift við Fíggjarmálaráðið um, hvussu tey, í fyrstu atløgu kunnu fáa pedagongar í serflokkum í fólkaskúlanum upp á fulla tíð. –  Í serflokkum snýr arbeiðið seg í stóran mun um at tryggja trivnað, menna og at stuðla undir persónliga og sosiala menning hjá børnunum - og hetta eru júst kjarnuøki, har pedagogar hava serligan fakligan førleika, sigur landsstýrismaðurin.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Í besta lagi verður Elias jokari

9. januar kl. 18:34

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50