Eftir at hava roynt seg í TB seinasta hálva árið, hevur syðrugøtumaðurin Páll Eirik Djurhuus valt at venda heimaftur í ljósabláu troyggjuna. Við sær í viðførinum hevur hann øktar royndir í Betri deildini, har hann í ár hevur leikt 10 dystir fyri TB. Frammanundan hevði Páll Eirik leikt 13 dystir fyri Víking í Betri deildini – í 2023 og 2024.
Vit fegnast sjálvsagt um at Páll Eirik hevur valt at venda heimaftur, og vísir hetta eisini, at í felagsskapinum Víkingi er góður trivnaður, og at her er gott at vera.
Sáttmálin er galdandi fyri restina av 2025 og 2026. Vælkomin heim, skrivar Víkingur.