Ongi úrslit

Óvist um hon stillar upp til næsta løgtingsval

Men tað er eitt, sum er púra vist og tað er, at hon verður ikki bæði fólkatingslimur og løgtingslimur í senn

Áki Bertholdsen
15. mars kl. 12:50

Sum vit skrivaðu í áðni, hava sambandsfólk nú valt Onnu Falkenberg, fólkatingslim, til nýtt næstforfólk ístaðin fyri Helga Abrahamsen, sum hevur røkt starvið í fleiri ár.

Í seinasta lagi næsta ár verður bæði løgtingsval og fólkatingsval og sjálv sigur Anna Falkenberg, at ein av fremstu uppgávunum hjá henni verður at brynja sambandsfólk til næstu valini.

Sjálv heldur hon, at sum næstforkvinna kann tað vera ein fyrimunur, at hon ikki er limur í tingmanningini, men at hon sær flokkin, og føroyska samfelagið, eitt sindur uttanífrá.

Hinvegin sigur Anna Falkenberg, at hetta er ikki tað sama sum at hon nú fer at stilla upp til Løgtingsvalið. Hon sigur, at tað verður ein flokspolitisk avgerð, so hon ger, tað, sum tænir flokkinum best.

Annars vísir hon eisini á, at Sambandsflokkurin vil fegin endurvinna fólkatingssessin, so tað er óvist, hvat tað endar við. Sjálv ásannar hon eisini, at tað at vera fólkatingslimur, er eitt starvm hon trívist ógvuliga væl í.

Men tað er í hvussu so er eitt, hon ger púra greitt, og tað er, at hon fer ikki at sita bæði í Løgtingi og á Fólkatingi, ísenn.

Hon sigur, at hon er ímóti at røkja báðar sessirnar í senn, tí tað er so nógv arbeiði í báðum sessum, at tað ber ikki til at røkja báðar í senn.

– So er mann ikki meiri enn hálvur í báðum sessum so tað verður av ongum, sigur hon.

Annars stillaði hon upp á løgtingsvalinum bæði í 2015 og í 2019. Ì 2025 fekk hon 38 atkvøður, men í 2019 skarst munandi betur, tí tá fekk hon 167 atkvøður.

 

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Í kristnum samkomum hanga ísraelsk fløgg, meðan Ísrael leggur Gasa í oyði. Hví?

31. juli kl. 07:15

Ferðafólk við Smyrli fingu ampa av einum el-bili á biladekkinum

30. juli kl. 17:25

Sera lítið skil á

29. juli kl. 10:30

Hetta er hamrandi órættvíst - og hetta standi eg ikki modell til

23 tímar síðan

Bjarni Hammer fær átalu frá partamonnum

Í gjár kl. 17:15