Ongi úrslit

Olaf flytur til Sandnes

Framrættaði spælarin í vinstru hjá Víkingi flytur nú yvir til Norra at spæla fótbólt

Jóannes Hansen
6 tímar síðan

Olaf Bárðarson skiftir nú felag. Tað hevur ligið í kortunum í nógvar mánaðir, og nú er tað veruleiki. Víkingur boðar í morgun frá, at Olaf Bárðarson nú fer at spæla í næstbestu norsku deildini. Felagið eitur Sandnes Ulf.

Tað er eingin loyna, at vit høvdu ynskt at longt við Olaf, men vit fegnast sjálvsagt hansara vegna, og ynskja honum alt tað besta í hesum nýggja ævintýrinum, skrivar Víkingur og so verður lagt aftrat, at dyrnar altíð eru opnar í Sarpugerði, um Olaf einaferð vendir heimaftur.

22 ára gamli Olaf Bárðarson hevur mest sum verið fastur maður í framrættaðum leikluti í vinstru. Hann hevur higartil bara umboðað barndómsfelagið Víking. Sambært FaroeSoccer hevur hann spælt 124 landskappingardystir í bestu deildini og skorað 36 mál, og í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 19 dystir og skorað fimm mál. Í europeisku kappingunum hevur hann spælt 10 dystir og skorað eitt mál.

Olaf Bárðarson hevur spælt 11 U-21 landsdystir og skorað tvey mál.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

Í gjár kl. 12:25

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08