Og tørvur er á, at ein langtíðarstrategi verður gjørd fyri nýskapanar- og smærri fyritøkur
Tað er gleðiligt at frætta, at vinnumálaráðið og landsstýrismaðurin í vinnumálum eru farin undir eitt arbeiði at dagføra og orða ein nýggjan vinnupolitikk fyri Føroyar. Okkara vinnupolitikkur er frá 2005 og havandi í huga, at vinnuligi geirin er broyttur munandi síðani, so er veruligur tørvur á einum dagførdum og nýggjum vinnupolitikki, sum greitt setir karmar fyri okkara vinnulívi, setir greið mál fyri vinnumenning og sum greinar ótilætlaðar lógarforðingar og kappingaravlagandi skipanir og lógir í vinnuni og beinir hesar burtur. Men tað er somuleiðis sera umráðandi, at nýggi vinnupolitikkurin setir greið mál fyri nýskapanarfyritøkur og íverksetarafyritøkur, tí her liggur eitt ovurstórt búskaparligt virði, sum bæði kann skapa arbeiðspláss, búskaparligan vøkstur og økt útflutningsvirði.
Føroyski búskapurin er í størstan mun tengdur at okkara tilfeingisvinnum, ali- og fiskivinnuni. Av tí samlaða útflutninginum í fjør, sum var áleið 13,6 mia. standa hesar báðar høvuðsvinnurnar fyri meginpartinum av útflutninginum, meðan ferðavinnan byrjar so smátt at gera seg galdandi við umleið 7 %. Hóast útflutningurin er vaksin, og hóast at búskapargrunnurin, sum skal taka broddin av sveiggjunum í búskapinum, nú verður raðfestur, so merktu vit sviðan av minkandi inntøkunum frá serliga álivinnuni á fíggjarlógini. Vit hava tí tørv á strategiskum átøkum fyri at menna nýggjar vinnur, sum kunnu vera ein eyka súla í føroyska búskapinum.
At tað loysir seg at raðfesta nýskapan og íverksetan er Ísland eitt gott dømi um. Við at satsa strategisk uppá nýmenning, nýskapan, innovatión og íverksetan hava íverksetarafyritøkur og smærri fyritøkur vaksið munandi um íslendska búskapin. Tær stóru útflutningsvinnurnar í Íslandi eru ferðavinna, orka og fiskivinna, meðan íverksetan og nýskapan av álvara er farin at síggjast aftur í útflutninginum og standa tær nú fyri áleið 18 pct av samlaða útflutninginum. Tað merkir, at nýskapanar vinnur og íverksetaravinnur eru vorðnar ein týðandi súla undir íslendska búskapinum.
Hvat kunnu vit gera í Føroyum?
Samgongan hevur longu framt nógvar góðar batar fyri tey smærri vinnurekandi, eitt nú at smærri privatir arbeiðsgevarar kunnu fáa rætt til lønarendurgjald um t.d. ein starvsmaður hevur verið sjúkur í meira enn fýra vikur. Verandi skipan hevur mangan verið ein smeitur fyri nógvar privatar arbeiðsgevarar, sum nú fáa ein munandi størri tryggleika tá tá sjúka rakar. Og tað er neyðugt, at vit taka atlit at teimum smáu vinnurekandi, tí tað teljast eini 4500 smáar og miðalstórar vinnufyritøkur í Føroyum, og sum eru arbeiðspláss hjá fleiri 1000 føroyingum. Samgongan hevur eisini framt fleiri batar tá tað kemur til smærri vinnurekandi og at stuðla nýggjum kreativum vinnum m.a. lógin um umlegging av láni til Framtak, sum betraði um eginognina hjá Framtaki, sum gjørdi tað lættari hjá Framtaki at økja um íløgurnar og at seta váðafúsan kapital í íverksetarafyritøkur og smáar og miðalstórar fyritøkur.
Og netupp váðafúsur kapitalur er ein grundleggjandi fortreyt bæði tá tað kemur til nýmenning, íverksetan og gransking.
Men vit síggja tíverri eisini aðrar óhepnar lógarbroytingar og herðingar av lógum, sum ikki hava gagnað íverksetarafyritøkum og smáum vinnurekandi í Føroyum. Eitt gott dømi um hetta, innførdi rentuskatturin í februar í 2015 (undir ABHD samgonguni), sum rakti íverksetarar og smáar vinnufyritøkur sera meint. Reglurnar vóru knappliga broyttar uttan nakra ávaring, soleiðis at tað bleiv truplari fíggjarliga fyri smærri fyritøkur og íverksetarafyritøkur at fóta sær, tí nú skuldu fyritøkurnar gjalda 35 % í rentuskatti.
Tey, sum fáast við vinnu vita, at tey fyrstu árini eru trupul fíggjarliga, Tað krevur tíð og orku og ikki minst fíggjarliga orku at fáa eina fyritøku upp at standa. Mong taka sær ikki løn úr felagnum fyri at styrkja fyritøkuna fyrstu tíðina, meðan onnur leggja persónligan kapital til fyri at fíggja tól og útgerð við meira. Skattliga merkir hetta, at felagið stendur í skuld til eigaran og sambært reglunum hevur hetta við sær at fyritøkurnar skulu gjalda 35 % í rentuskatti. Undirritaða setti landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum fyrispurning um hví hetta hendi, men tað kom ikki nakað greitt svar. Ein sera óheppin broyting, sum hevur verið ein smeitur fyri nógvar smáar fyritøkur í Føroyum.
Skulu vit gera okkum nakrar tankar um at styrkja íverksetaraumhvørvið er tað neyðugt, at broyta reglurnar fyri rentuskatt, at vit gera øðrvísi skipan fyri byrjunarfyritøkurnar, íverksetararfyritøkur og smærri fyritøkur t.d. at geva teimum ein skoða á eini 3 ár, inntil tær hava fótað sær.
Hóast tað ikki skortar uppá hugskot í føroyska ívreksetararumhvørvinum, so eru tað aðrar forðingar, sum eisini gera, at føroysk nýmenning av vørum ikki er kappingarfør t.d. vantar okkum ein afturberingarskipan til nýskapandi fyritøkur.
Í Íslandi hevur man eina afturberingarskipan til nýskapandi fyritøkur, ið kunnu fáa part av útreiðslunum til íløgur í nýskapan endurgoldnar, og í Íslandi hevur man havt serliga góðar royndir av hesum, og sum hevur havt jaliga ávirkan á íverksetaraumhvørvið. Eitt gott dømi um hetta er fyritøkan Kerecis, ið varð seld fyri áleið 1 milliard dollarar. Eisini hava Danmark og Norra líkandi skipanir við góðum royndum
Áhugi hevur verið fyri føroyskum íverkserarafyritøkum, men tá íleggjarar finna útav, at vit ikki hava eina tílíka afturberingarskipan í Føroyum, gerst áhugin minni.
Vit eiga tískil at gera okkum greitt, at vilja vit íverksetaraumhvørvinum væl og vilja vit styrkja føroyska búskapin, er tað altavgerandi, at vit seta greið mál, beina burtur ótilætlaðar lógir og seta í verk skipanir, sum gera okkara vinnufyritøkur kappingarførar. Vit skulu satsa uppá íverksetan, nýskapan og tær mongu smáu og miðalstóru fyritøkurnar í Føroyum, sum veruliga kunnu viðvirka til eina sterka súlu undir føroyska búskapinum
Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi og limur í vinnu- og uttanlandsnevndini.