Fyrstu upptøkurnar til nýggja stuttfilmin Krenkararnir eru farnar í gongd í Havn. Filmurin er ein fiktiónsfilmur, sum við bæði álvara og humor viðger evnið um fólk, ið sjálvi hava verið við til at krenka onnur – og sum nú royna at hjálpa øðrum burtur úr líknandi støðum.
Stuttfilmurin verður framleiddur við føroyskum sjónleikarum, og alt arbeiðið handan framleiðsluna er føroysk. Rune Hørslev, sum hevur arbeitt saman við KOVBOY film og Sansir við filmslýsingum síðan 2012, hevur verið við til at skriva handritið.
Tað er fyrstu ferð, at tey, sum standa aftan fyri, gera ein fiktiónsstuttfilm. Vanliga arbeiða tey við lýsingum, men hesa ferð føldu tey, at søgan hevði uppiborið at blivið fortald – og soleiðis tók verkætlanin skap.
Tvey føroyskt rikin feløg standa á odda fyri framleiðsluni: Kovboy Film sp/f, sum Thomas Koba eigur og FIXER sp/f, Michael Koba eigur
Fíggingin til filmin er komin frá Føroya Filmsgrunn, Tórshavnar kommunu, og frá ymiskum stovnum, ið hava stuðlað á ymsan hátt – mangt annað við at veita høli til upptøkur.
Umstøðurnar at gera film í Føroyum verða lýstar sum góðar, hóast fíggjarlig avmarking krevur, at man arbeiðir við øðrum hugsanarhátti.
Tey eiga tó tólini og útgerðina, sum krevst fyri at framleiða film.
Nærri kunning um, nær filmurin kemur út, er ikki greitt enn, men ætlanin er at hann skal verða klárur einarferð í vár í 2026.
Hvar hann verður sýndur, vil framleiðarin ikki útala seg um enn, men endamálið er, at øll í Føroyum skulu hava atgongd til filmin.