Ongi úrslit

Nýggj ítróttahøll ávegis í Sørvági

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
10 tímar síðan

Sørvágs kommuna hevur nú sett gongd á eina byggiskrá, sum skal gera dreymin um eina nýggja ítróttahøll í Sørvági til veruleika. Talan er um eina stóra íløgu, sum stórur eftirspurningur hevur verið eftir. Hetta er eisini ein íløga, sum hevur verið á skrá í nógv ár – og sum verður mett at hava stóra ávirkan á bæði ítróttarlívið og trivnaðin í kommununi.

Sørvágs Ítróttarfelag hevur í nógv ár verið ein týðandi partur av ítróttalívinum í kommununi, og betri karmar eru ein fortreyt fyri, at felagið kann halda fram við góðu gongdini, og mennast. Nýggja høllin verður tí mett at vera avgerandi fyri framtíðina hjá felagnum.

Høllin er ikki einans ætlað til flogbólt – málið er eisini at skapa eitt stað, har fleiri innandura ítróttagreinar kunnu mennast og fáa pláss.

Arbeiðið, sum nú verður boðið út, fevnir um at bæði sniðgeva og byggja høllina. Útboðið er alment og umfatar eina heildararbeiðstøku. Í fyrstu syftu verður sjálvur bygningurin bygdur, og í næsta umfari verða uttanumøki og parkeringspláss gjørd.

Kommunan væntar, at høllin verður ein týdningarmikil karmur um ítrótt, mentan og felagsskap í bygdini – og eitt arbeiði, sum kemur at gagna borgarum í nógv ár fram.

Tilboðini skulu vera inni 5. januar. og síðani verður januar mánaði lagdur av, til at gjøgnumganga tey.

- Vit vóna at høllin ikki kemur at kostað meira enn 50 milliónir, sigur Eyð Ellingsgaard, borgarstjórin í Sørvágs kommunu. 

Hvussu leingi tað tekur at byggja høllina er óvist, men mett verður, at tað fer at taka onkustaðni ímillum 12 -16 mánaðir.


Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00