Ongi úrslit

Nú fáa tey loksins pengarnar aftur

Nú fáa eini 1.300 fólk 22,4 milliónir aftur frá Heilsutrygd

Áki Bertholdsen
18. februar kl. 16:45

Nú fáa tey, sum Taks - av órøttum - hevur kravt eftir gjaldi til Heilsutrygd, loksins pengarnar aftur.

Hetta hevur verið eitt drúgt mál, tí tað byrjaði longu í 2013. Men nú er uppskot lagt fyri Løgtingið, sum gevur Heilsutrygd heimild at rinda teimum pengarnar aftur.

Sambært sáttmála ímillum Norðurlond, hava fólk ikki skyldu til at rinda sosial gjøld í meira enn einum landi.

Fyri at nevna eitt dømi, merkir tað, at føroyingar, sum rinda til Folketrygd í Noreg, skulu ikki eisini rinda til Heilsutrygd.

Men føroyskir myndugleikar hava tulkað lógina øðrvísi og tí eru tað fleiri, sum hava goldið til Heilsutrygd í fleiri ár, hóast teir eisini rindaðu til Folketrygd í Noregi, ella til líknandi skipan aðrastaðni.

Úrslitið varð, at málið varð lagt fyri kærunevndina í 2013, og síðani hevur tað eisini verið bæði í Føroya Rætti og í Landsrættinum.

Kærarin fekk viðhald allan vegin, og Heilsutrygd fekk ikki loyvi at leggja tað fyri Hægstarætt og tað merkir, at avgerðin er endalig.

Tað krevur eina serliga lógarheimild til at tey kundu fáa pengarnar aftur, og nú hevur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja, at pengarnir kunnu rindast aftur.

Fyribils uppgerðin vísir, at tilsamans er talan um 1.293 fólk, sum skulu hava pengarnar aftur tey tíggju árini  frá 2014 til 2023. Tilsamans skulu tey hava slakar 22,4 milliónir aftur.

Men nú skulu viðurskiftini kannast nágreiniligari. Og væntandi kunnu ikki allir persónar fáa gjaldið aftur tí teir hava eisini hava arbeiði í Føroyum í meir enn 25 prosent av tíðini, ella tí talan kann vera um persónar, sum hava arbeitt í øðrum landið í ríkisfelagsskapinum - og sáttmálin er ikki galdandi innanhýsis í danska ríkinum.

Tí verður upphæddin at gjalda aftur væntandi nakað lægri enn talvan vísir.

Alt hetta er so umfatandi, at Taks má seta eini sjey starvsfólk av í eina tíð til at viðgera umsóknirnar. Hesar útreiðslur verða mettar til umleið 1,5 milliónir smana við postgjøldum, og øðrum.

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

2. mai kl. 09:05