Ongi úrslit

Nú er hon komin í leiðsluni í Sambandsflokkinum

Bárður á Steig Nielsen heldurfram sum formaður, hann hevði einki mótvalevni

Áki Bertholdsen
15. mars kl. 10:38

Sambandsflokkurin hevur fingið ein nýggjan lim í floksleiðsluna. Tað er Anna Falkenberg, fólkatingslimur, sum nú er næstforkvinna í Sambandsflokkinum.

Hinvegin var Bárðura Steig Nielsen, afturvaldur, og hann hevði einki mótvalevni.

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, var næstformaður, og hann bjóðar seg fram aftur. Men Anna Falkenberg, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, bjóðaði honum av, eftir. at hava fingið áheitanir frá limum um at stilla upp.

Tey, sum hava atkvøðurætt at velja næstformann, er sjálv floksleiðslan, Bárður á Steig Nielsen, formaður, Helgi Abrahamsen, næstformaður og Annfinn Brekkstein, kassameistari.

Limirnir í tingbólkinum hava eisini valrætt og tað hevur Anna Falkenberg, fólkatingslimur, eisini.

Somuleiðis hava nevndarlimirnir í veljarafeløgunum kring landið, atkvøðurætt. Og har vóru umboð fyri veljarafeløgini í Suðuroy, Suðurstreymoy, Vága, Norðurstreymoy, Eysturoynna og Norðoyggjar, umframt nevndarlimirnir í Unga Sambandinum, sum er ungmannafelagið hjá flokkinum.

Hinvegin var eingin møttur fyri veljarafelagið í Sandoynni

Og tá ið avtornaði, vann Anna Falkenberg tí hon fekk 20 atkvøður, aftur ímóti teimum atkvøðunum, Helgi Abrahamsen 16 fekk, og sostatt er hon nýggj næstforfólk í Sambandsflokkinum

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

2. mai kl. 09:05