Ongi úrslit

NU er det Nuuk!

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Vit kenna reyðu MAGA-kepparnar, sum Donald Trump onkuntíð brúkar til sínar samkomur.

Teir hava oftast skrivað Make America Great again (Ger Amerika stórt aftur.)

Eftir heita kjakið millum USA, Grønland og Danmark um endurnýggjaða ynskið hjá Trump um at yvirtaka Grønland, er ein heilt annar keppur nú farin viralt á netinum.

Á hettuni stendur Nu det Nuuk!, og á síðuni ber til at lesa tekstin Make America go away (Lat Amerika fara burtur) undir einum grønlendskum flaggi.

Mynd: Privat

Keppurin er sniðgivin av Jesper Tønnesen, sum selur hana bæði í sínum klædnahandli McKorman á Nørrebro í Keypmannahavn og í Nuuk.

- Tað er ein absurd støða, sum grønlendingar eru í beint nú. Eg vóni, at hetta kann vísa teimum, at vit standa við teirra lið og stuðla Grønlandi í hesi tápuligu støðuni, sigur hann við TV 2 Kosmopol.

Eisini í Grønlandi, har teir kunnu keypast í Matas, ganga nógv fólk runt við Nu det NUUK!- keppinum.

Tað hevur tó ongantíð verið hugskotið hjá Jesper Tønnesen at tjena pengar uppá tað, sum hann lýsir sum vanlukku hjá øðrum.

Allur vinningur av søluni fer tí óskorið til felagsskapin Grønlendsk Børn.

- Eg vil ikki forvinna nakað á neyðini hjá øðrum. Tað er tann boðskapurin, sum hevur størstan týdning fyri meg. USA kann ikki bara eiga Grønland. Tað eru grønlendingar, sum avgera sjálvir, sigur hann.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

Í gjár kl. 12:25

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08