Í kvøld endaði tað 1-1, tá ið NSÍ í grannauppgerð hevði vitjan av Víkingi. Víkingur javnaði í síðstu sekundunum, og so fór NSÍ fyri fjórðu ferð á rað av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku.
-Tá ið vit tvær tær seinastu ferðirnar hava mist leiðsluna, og tað er endað javnt, so er tað ikki nóg gott, og vit eiga at hyggja inneftir, segði NSÍ málskjúttin Brandur Hendriksson Olsen eftir dystarlok í kvøld í samrøðu við FM1 útvarpið.
HJá NSÍ er tað stórur saknur í Peturi Knudsen, sum framvegis er darvaður av knæskaðanum, sum hann fekk seinast landsliðið spældi. Og í dag var tað saknur í Jann J. Benjaminsen, sum var leikbannaður.
Átta tey fyrstu umførini var NSÍ oddalið, og nú eru teir gulu á triðja plássi. Tað hevur verið tosað um, at breiddin á liðnum var ikki nóg stór, og tað er møguleki fyri, at onkur spælari fer at leggjast aftrat, nú flytingarvindeygað er opið.
Nú verður talt niður til europeisku dystirnar í summar. Hjá meistarunum í Víkingi er tað hugaligt, at tað hongur alt betur saman. Eitt nú er Stefan Radosavljevic við at finna sín leiklut, eftir at hann fyrstu umførini oftast var skiftisspælari, og í dag var vongverjin í høgru Ari Olsen fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu, síðani hann tíðliga í vár varð raktur av meinum skaða i hælsinuni.
B36 plagar at vera torfør mótstøða hjá KÍ í Klaksvík, og soleiðis var tað eisini í dag, hóast heimaliðið vann 2-1.
KÍ er suverent topplið við 40 stigum, og nú er HB, sum vann 2-1 í Sørvági, næsti avbjóðarin hjá klaksvíkingum. HB hevur 31 stig.
Hetta var sætti dysturin hjá André Olsen á HB beinkinum, og einasta ferðin, at HB í hesum tíðarskeiðnum ikki hevur vunnið fulla úrtøku, var á heimadystinum ímóti KÍ, tá ið tað endaði 1-1.
Í gjár vóru tveir dystir í Suðuroy. Við 3-0 sigri í Vági lyfti B68 seg langt burtur frá niðurflytingini.
Í jóansøkudystinum í Trongisvági endaði tað 1-1 millum TB og EB/Streym.
FC Suðuroy og TB kappast við 07 Vestur um at sleppa undan niðurflytingarplássunum.
Leikligu avrikini hjá FC Suðuroy og 07 Vestur hava fleiri ferðir verið betri, enn støðutalvan kundi bent á, at tey eru, og á jóansøku hekk spælið hjá TB betur saman, enn tað fyri tað mesta hevur gjørt fyrr í ár.
KÍ – B36 2-1 (1-0)
1-0: Sjálvmál 29.
2-0: Deni Pavlovic 77.
2-1: Djóni Sivertsen 93.+
Dómari: Alex Troleis
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gilli Rólantsson Sørensen, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen –Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen
B36: Silas Eyðsteinsson – Bergur J. Poulsen, Bogi Reinert-Petersen, Mattias Weihe Joensen, Rói Hansen – Marius Kryger Lindh, Jógvan Kárason Gullfoss, Mattias Hellisdal, Ragnar Samuelsen, Hannes Agnarsson – Pætur J. Petersen
NSÍ – Víkingur 1-1 (1-0)
1-0: Brandur Hendriksson Olsen 43.
1-1: Poul Kallsberg 96.+
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
NSÍ: Kristian Joensen – Pætur Hentze, Hassou Ndaye, Lars Markmanrud, Fabias Ness – Brandur Hendrksson Olsen, Beinir Nolsøe, Michal Przybylski – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Aron Knudsen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Árni Nóa Atlason, Stefan Radosavljevic, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson
07 Vestur – HB 1-2 (0-0)
0-1: Emil Grønn Pedersen 48.
0-2:Leivur Fossdal Guttesen 52.
1-2: Tobias Giusti 75.
Dómari: Høgni Madsen
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Casper G. Hansen, Nicolai Dohn, Sonni Ragnar Nattestad, Brage Kvithyld – Edvin Jakobsen, Filip Drinic, Mikkel Hyllegaard – Silas Gaard, Tobias Giusti, Mikkel Elbæk Jakobsen
HB: Bjarti Vitalis Mørk – Ási P. Dam, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Lassana Faye – Leivur Fossdal Guttesen, Heðin Hansen, Noah Mnenéy, Dan í Soylu – Emil Grønn Pedersen, Jákup L. Thomsen
TB – EB/Streymur 1-1 (0-0)
1-0: Samudeen Musah br 62.
1-1: Thomas Bjørn Miezan 85.
Dómari: Eiler Rasmussen
TB: Anders Tønnesen – Torkil Holm, Amidou Diop, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christiansson – Mattias Dahl Djurhuus, Nikolei Johannesen, Aron Arnholdsson – Mohamed Samba, Samudeen Musah, Eyðtór Joensen
EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard D. Geyti, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Símun Kalsø – Mórits Heini Mortensen, Tóki H. Johannesen – Jens Erik Bruhn, Guti Dahl-Olsen, Virgar Jónsson – Boubacar Dabo
C Suðuroy – B68 0-3 (0-1)
0-1: Sebastian Lau Nielsen 27.
0-2: Marjus Nón 73.
0-3: Jóhan Josephsen 83.
Dómari: Dagfinn Forná
FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Hunter Bell, Olaf Godtfred, Jimmy Absul, Owusu, Emmanuel Andorful – Salmundur Bech, John Villi Wøldike Leo – Pætur Augustinussen, Dánjal Godtfred, Fríði Holm – Eliasu Aminu Champang
Gult kort: Olaf Godtfred, Salmundur Bech, Hunter Bell
B68: Rasmus Nilsson – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ólavsson Jeosen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Karsten Clementsen, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Sebastian Lau Nielsen – Emanuel Kulego, Jóhan Josephsen, Djóni Samuelsen
Gult kort: Sebastian Lau Nielsen
KÍ | 14 | 13 | 1 | 0 | 47 | 8 | 40 |
HB | 14 | 10 | 1 | 3 | 32 | 24 | 31 |
NSÍ | 14 | 9 | 2 | 3 | 54 | 19 | 29 |
B36 | 14 | 6 | 3 | 5 | 22 | 21 | 21 |
Víkingur | 14 | 6 | 3 | 5 | 18 | 14 | 21 |
EB/Streymur | 14 | 6 | 3 | 5 | 15 | 21 | 21 |
B68 | 14 | 5 | 2 | 7 | 19 | 30 | 17 |
07 Vestur | 14 | 2 | 1 | 11 | 16 | 27 | 7 |
TB | 14 | 1 | 4 | 9 | 11 | 43 | 7 |
FC Suðuroy | 14 | 2 | 0 | 12 | 8 | 35 | 6 |
Máltindurin
Klæmint A. Olsen NSÍ | 14 |
Páll A. Klettskarð KÍ | 13 |
Brandur Hendriksson Olsen NSÍ | 10 |
Patrik Johannesen KÍ | 10 |
Petur Knudsen NSÍ | 10 |
15. umfar
Fríggjadagin 27. juni
B36 – 07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 19.00
Leygardagin 28. juni
KÍ – FC Suðuroy kl. 17.30
HB – TB kl. 15.00
Sunnudagin 29. juni
Víkingur – B68: kl. 15.00
NSÍ – EB/Streymur kl. 17.15