Føroyar fingu sítt fyrsta europeiska heiðursmerki í olympiskari vektlyfting, tá ið Niels Juel Arge vann bronsu við EM-masters síðsta vikuskiftið í Golem, Durrës í Albania.
Føroyar hava nýliga fingið fullan limaskap í altjóða sambandinum fyri masters vektlyfting IMWA, International Masters Weightlifting Association, sum er fyri aldursbólkin yvir 35 ár.
Higartil hevur Niels Juel kappast sum dani og hann hevur vunnið tvey EM-silvurmerki og eitt HM-bronsumerki.
Men nú kappast hann, og aðrir føroyskir masters vektlyftarar, fyri Føroyar.
Kappingin sunnudagin var hørð, og tað reið um snarið at fáa ta fyrsta føroyska EM-heiðursteknið í aldursbólkinum 55-59 ár og vektbólkinum yvir 109 kilo.
Norðmaðurin Jøran Herfjord vann gull við at lyfta tilsamans 212 kg (95 kg trekk og 117 kg stoyt).
Italienarin, Andrea Borrello, vann silvuri við at lyfta tilsamans 205 kg (88 kg trekk og 117 stoyt).
Og við at lyfta tilsamans 194 kg (82 kg trekk og 112 kg stoyt) knógvaði Niels Juel bretanum David English, sum endaði a fjórðaplássi.
Niels Juel royndi eisini at lyfta 86 kg í trekk og 118 kg í stoyt, sum hevði givið 204 kg tilsamans, men hesi bæði lyftini kláraði hann ikki hesa ferð.
Masters kappingarnar vaksa alsamt, og kappingin í Albania er størsta EM-masters higartil við 908 luttakarum og kappast var í níggju dagar.
HM-masters er í Las Vegas, USA í september.