Ongi úrslit

Neyðtøkan vardi ov stutt

Meya Åberg var neyðtikin í einum tunli

© Privat mynd
Meya Åberg hevur havt ilt við at fara í skúla síðani hon var neyðtikin í september í fjør.
Jóhanna Højgaard
28. oktober kl. 21:30

Sosialu miðlarnar og almenna kjakið í Svøríki kókar í løtuni.

Svenska gentan Meya Åberg varð neyðtikin í einum tunli í september í fjør av 18 ára gamla eritrearanum Yazied Mohamed, sum – hóast kærudómstólurin fann hann sekan – slapp undan útvísing úr Svøríki.

Hetta var við teirri grundgeving, at neyðtøkan "bert vardi millum nøkur fá sekund og nakrar fáar minuttir".

Í Svøríki verður tað sæð sum ein neyðtøka "av vanligum slag" og ikki ein "álvarsom neyðtøka", og tí var hann dømdur trý ára fongsulsrevsing, men slapp undan útvísing. Tað skrivar Aftonblaðið.

Málið hevur sent svenskarar upp í reyða feltið, og nú vil migratiónsráðharrin, Johan Forsell, taka stig til at gera tað lættari at útvísa kriminellar útlendingar í framtíðini.

– Eg havi stóra samkenslu fyri gentuni, men tað ørkymlar meg eisini, at Svøríki so leingi hevur havt ein politikk, sum verjir gerningsmenn, meðan ofrini mugu svíða, sigur migratiónsráðharrin við Aftonbladet.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

17 tímar síðan

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59