Ongi úrslit

Sólbjørg er ov kvinnulig fyri summi

Tað byrjar at gerast komiskt

© Sólbjørg Jakobsen/Facebook
Jóhanna Højgaard
23. oktober kl. 22:00

Sólbjørg Jakobsen, runavíkingurin sum býr í norðurjútlandi og situr á tingi fyri Liberal Alliance, hevur nú aftur fingið viðmerkingar frá fremmandum á sosialu miðlunum um hvussu hon er ílætin.

Tá hon var til upplatingardag hjá Fólkatinginum eftir summarfrítíðina, hevði hon latið seg í pena troyggju til føroyska búnan umframt niðurdeil, hettar fyri at fejra tað eitt sindur.

Hon fekk tó av at vita frá viðmerkjarum eisini tá.

Hon var ov niðurringað 

Nú er so aftur galið, ein hevur skrivað til hana:

-Tú kundi nú koyrt lynlásið aftur tá tú er í Fólkatinginum, tað er jú ikki val enn. Uttanfyri salin kannst tú blaka tær runt sum tú vil, eg eri liðug, líkaglað.

Sólbjørg svarar aftur:

Tað byrjar at gerast komiskt!

Hevur tú kvinnuligar formar, skalt tú týðiliga pressast at dekka teg eyka nógv til. Men tað riggar ikki – og tú endar við at avdúka teg sjálva/n nógv meira enn eg.

Sum eg longu havi sagt:

Eg búgvi lukkutíð í einum landi, har ikki bara er talufrælsi – eisini hjá teimum neiligu typunum – men har kvinnur ikki noyðast at goyma seg, tiga ella pakka seg inn í ávís klæðir fyri at bera seg rætt at.

Tað eitur frælsi.

Soleiðis síggi eg út. Og tú fært meg ikki at kenna meg skeivan.

Tvørturímóti! Svarar Sólbjørg aftur á Facebook.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47