Ongi úrslit

Sólbjørg Jakobsen úr Liberal Alliance luttók tá Fólkatingið opnaði

Eg fari ikki at skammast av mínum búna ella mínum kvinnuliga úttrykki.

Jóhanna Højgaard
8. oktober kl. 19:00

Sólbjørg Jakobsen er úr Runavík. Hon er fødd í 1991, og er hon búsitandi í Vestbjerg norðanfyri Aalborg saman við børnunum Sarita, Liam og hennara trúlovaða, Niklas.

Sólbjørg, sum er Cand. jur. ùr Aalborg Universitet, hevur verið fólkatingslimur fyri Liberal Alliance í valdømunum fyri norðurjútland frá 1. november 2022.

Hon var tí til staðar tá Fólkatingið opnaði eftir summarfrítíðina í gjár, eftir summarfrítíðina við røðum og kongaligari vitjan.

Sólbjørg lat seg flott í siðbundnu troyggjuna til tjóðbúnan, saman við svørtum niðurdeili.

Sum politikarar og onnur alment kend vant, mátti hon tó leggja vanga til viðmerkingar av teimun minni jaligu.

Hettar lat hon seg tò ikki sláa út av, men nýtti høvið at geva sína meining til kennar:

-Í dag bar eg troyggjuna til mín tjóðbúna við gleði og stoltleika.

Og ja, eitt sindur av kavalergongd kemur til sjóndar. Soleiðis sær búnin bara út á mær.

Eg síggi í viðmerkingunum, at nakrar av teimum vanligu, neiligu typunum eru farnar til knøttarnar við viðmerkingum, sum siga nógv meira um tey enn um meg.

Men eg fari ikki at skammast av mínum búna ella mínum kvinnuliga úttrykki.

Eg búgvi lukkutíð eisini í einum landi, har ikki bara er talufrælsi- eisini fyri tær neiligu typurnar, men har kvinnur ikki noyðast at goyma seg, tiga ella pakka seg inn í ávís klæðir fyri at "bera seg rætt at".

-Tað kallast frælsi.

-So ja, har var 2-3 cm av kavalergongd. Liva við tí.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47