Ongi úrslit

Bogi kallar ein spaka fyri ein spaka

Fyrsti rektarin á Glasi heldur tað vera púra burturvið at tvær útbúgvingar, sum serliga eru fyri gentur, sum hann sigur, verða avriknar

Bogi Bech Jensen
27. oktober kl. 18:14

Nú fari eg at kalla ein spaka fyri ein spaka og loyva mær eina rímiliga generalisering.

Tá eg var rektari á Glasi, høvdu vit fleiri flokkar á hárbreytini, umframt at vit høvdu hesar báðar útbúgvingarnar. Hárbreytin er síðan skorin niður, og nú verða hesar báðar útbúgvingarnar avtiknar. Hvat er felagsnevnarin fyri nevndu útbúgvingar? Jú, tær eru handverksútbúgvingar, sum serliga tiltrekkja gentur. Onkrar av hesum gentum velja handverkið og tað kreativa til, meðan aðrar velja hesar útbúgvingar, tí tær eru minni bókligar enn tær gymnasialu, men tær sleppa enn at ganga í skúla við sínum vinfólkum frá fólkaskúlanum.

Ert tú drongur, sum antin ynskir at velja handverkið til ella ynskir eina minni bókliga útbúgving, har tú enn sleppur at ganga í skúla við tínum vinum, so eru bunkar av møguleikum á Glasi.

Ert tú genta, eru tínir møguleikar júst skerdir munandi.

Klædna og tilvirki eru heldur ikki útbúgvingar, sum tú líka byrjar aftur, um tú avtekur tær. Hesar eru drivnar av eldsálum, sum hava uppbygt útbúgvingarnar from scratch. Hetta er ikki sum at niðurleggja ein gymnasialan flokk, tí man manglar pengar eitt árið; her er veruliga talan um at avtaka enn ein møguleika hjá gentum, sum ikki orka tað bókliga júst nú.

Góði Djóni Nolsøe Joensen, lat gentur hava somu møguleikar sum dreingir og styrk heldur hetta økið. Tær mennast ómetaliga nógv hesi árini og uppliva veruliga, at tær eydnast, sum gevur teimum nýtt áræði til lívið.

Og til tykkum, sum hava sett kaffi í hálsin, tí eg havi generaliserað um gentur og dreingir, so veit eg líka væl sum tit, at gentur eisini kunnu fara í læru innan timbur, el, bil, maskin o.s.fr., men veruleikin er tíverri tann, at flestu lærlingar innan hesi øki eru dreingir.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39