Í gjár skrivaðu vit, at eldur hevði verið í einum lastbili á Porkerishálsi seinnapartin í gjár.
Løgreglan sigur, at orsøkin til eldin var, at útstoytið var blivið so heitt, at tað festi í nakað av isolering. Men áðrenn sløkkiliðið kom á staðið, hevði tað eydnast bilføraranum sjálvum at sløkkja.
Hesa ferð gekk tað væl - men í hesum førum tók ein støða seg upp, sum kundi fingið ein verri enda.
Tí í roynd og veru var tað sløkkiliðið í Fámjin, sum fekk boð um, at eldur var í einum lastbili í Fámjin.
Sløkkiliðsfólkini í Fámjin sleptu tí tey høvdu í hondunum og lupu avstað, men tey fingu skjótt staðfest, at niðri í bygdini var eingin lastbilur at hóma og heldur eingin eldur.
Tey hildu so niðan í fjøllini við sløkkiútgerð at leita - men so ringdi alarmsentralurin aftur at boða frá, at tað var ein feilur, at tey vórðu boðsend, tí lastbilurin, sum eldur var í, var á Porkerishálsi, sum er oman fyri Porkeri.
Løgreglan sigur, at tað er óvist, hví hendan misskiljingin kom í, um tað var fráboðarin, sum segði skeivt, ella um tað var tann, sum tók ímóti á alarmsentralinum, sum hoyrdi skeivt.
Ein sløkkiliðsmaður í Fámjin skrivar á Facebook, at Fámjin er við í einum felags sløkkilið í norðaru helvt í Suðuroy.
Men í Fámjin eru bæðu útgerð og fólk sum kann leypa avstað í eini knappari vending, skuldi eldur komi í har um vegir.
Og hann sigur, at hesa ferð fingu tey so roynt seg í verki í einum slagi av venjing - og at tað gingu fýra minuttir, frá tí at boðini komu til teir vóru á veg úr Fámjin við bæði fólki og útgerð - og tað heldur hann er góðkent.