Sissal og Eugen klára seg heilt væl á dansigólvinum.
Avrikið fríggjadagin tryggjaði teimum triðja plássið í kappingini, og hjá veddingarfyritøkunum eru tey nú eisini millum tey trý pørini, sum verða mett at hava besta møguleikan at fara við sigrinum.
Men tað krevur eisini nógv av einum at nýta so nógva tíð í venjingarrúmunum og á dansigólvinum hvørt fríggjakvøld.
Serliga tá ið ein hevur børnini aðru hvørja viku – og enntá eisini lesur til fólkaskúlalærara.
Og tær vikurnar, tá ið hon ikki hevur børnini, hevur hon úr at gera:
– Hetta eru sera strævnir dagar, sigur Sissal við SE og HØR.
Umframt at lesa til fólkaskúlalærara og at luttaka í Dansifrøi gongur hennara tónleikakarriera við rúkandi ferð. Hon vísir á, at fjepparar skjótt kunnu gleða seg til nýggjan tónleik frá henni.
Sissal hugsar tí um at skerja tímatalvuna í skúlanum, og tað fer helst at ávirka hennara lesnað.
– Eg fari nokk at biða um farloyvi frá lesnaðinum sum fólkaskúlalærari. Eg mangli eitt semestur. Men eg má helst taka farloyvi, tí eg megni ikki alt, sigur hon.
Sjálvt um tað gongur væl á dansigólvinum og tónleikur er á veg, so hevur Sissal ongar ætlanir um at gevast við lesnaðinum, nú bert eitt semestur er eftir.
Dreymurin hjá henni er tó framvegis, at hon skal kunna liva av tónleikinum:
– Men tað kann ikki skaða at verða liðug at lesa nú skjótt, tí so havi eg nøkur kort afturat í hondini, sigur hon at enda.