Ongi úrslit

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

Eg eri broyttur fyri allar ævir

© MSN
Jóhanna Højgaard
8 tímar síðan

Hans Pilgaard, danskur sjónvarpsvertur og rithøvundur og maður hansara Jobbe, eru ivaleyst kendir av føroyingum flest.

Teir hava keypt sær eitt summarhús á Velbastað, har teir eru fleiri ferðir um árið. Teir føla at teir kunnu slappa heilt av tá teir eru í Føroyum, og er Pilgaard so glaður fyri Føroyar, at hann kallar tað Heimið í hansara hjarta, og hevur eisini fingið okkara 18 oyggjar tatoveraðar á armin.

Mynd: Hans Pilgaard/Facebook

Ikki øll vita at hann í 2015 fekk staðfest krabbamein í tarminum. Sambært tølum frá danska krabbameinsfelagnum fær triði hvør dani krabbamein, áðrenn hann fyllir 75 ár, og sjálvt um Hans í 2021 varð lýstur krabbameinsfríur og er frískur í dag, so er hann fyri allar ævir broyttur.

Hann er sera takksemur fyri at hann yvirlivdi ræðuligu sjúkuna, og hevur tað fingið hann til at taka eina stóra avgerð. Hetta skrivar hann á Instagram.

– Tað er eitt áðrenn og eitt eftir, tá tú fært boðini: “tú hevur krabbamein”. Eg eri broyttur fyri allar ævir, men eg eri enn her. Sunnur og við góðum anda, vón og heilsu intakt, skrivar hann.

Hann er eisini djúpt takksamur fyri skurðlæknarnar, sjúkrarøktarfrøðingarnar, familjuna og vinir.

Hann veit hvussu tað er at fara einsamallur ígjøgnum hesa sjúkuna og tí er tað týðningarmikið at man ikki er einsamallur.

– Eg hugsi um øll tey, sum stríðast, vóna og óttast har úti.

-Eingin skal sita ella standa einsamallur við krabbameini. Eg vil geva eitt sindur aftur í takksemi fyri at sleppa at líva! Tí havi eg loyvt mær at seta upp eina innsavning, skrivar hann.

Instagram

Í oktober koyrir landsfevnandi innsavningin Knæk Cancer, har pengar eru savnaðir inn kring landið. Fleiri sendingar verða sum snúgva seg um krabbamein og innsamling til at basa sjúkuni.

Ein teirra verður til dømis Dansifrøði, sum fríggjadagin verður ein serútgáva, har eingin dansari verður sendur heim. Peningur verður tá savnaður inn til Knæk Cancer.

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

7 tímar síðan

Fara beinanvegin at leita eftir avloysaraskipi fyri Smyril

17 tímar síðan