Ongi úrslit

Fara beinanvegin at leita eftir avloysaraskipi fyri Smyril

Amyril og Galaxy við bryggju á krambatanga
Áki Bertholdsen
12 tímar síðan

Sum øllum kunnugt hevur Smyril beint nú verið burtur í sjey vikur tí hann hevur verið í dokk.

Hesa tíðina hevur grikska ferjan, Galaxy, siglt fyri Smyril, men tað hevur gingið stak illa, tí túrar eru broyttir og avloystir, dag um dag.

Og harafturat kemur so støðan við tí opna hekkuportrinum.

Hetta hevur elvt til stóra ónøgd í Suðuroynni og nógv virksemi hevur ligið lamið hesar vikurnar, Galaxy hevur siglt. Eitt nú hevur ítróttarvirksemið verið heilt nógv skert, fyri ikki at siga púra einki, serliga hjá børnum og ungum.

Hinvegin hevur Strandferðslan gjørt greitt, at Galaxy var einasta skipið tað yvirhøvur bar til at fáa.

Ein avbjóðing er, at eingin er sinnaður at leiga skip í so stutta tíð, sum nakrar fáar vikur.

Men suðuroyingar hava gjørt greitt, at tey finna seg ikki í slíkari viðferð og í løtuni verða undirskriftir samlaðar fyri at mótmæla viðferðini.

Málið hevur eisini verið til umrøðu í Løgtinginum, og har varð eisini staðfest, at hetta var ikki nøktandi.

Men Aksel V. Johannesen, løgmaður gjørdi púra greitt, at Strandferðslan og Landsstýrið skulu alt fyri eitt undir arbeiðið at finna eitt nøktandi skip til tá ið Smyril fer aftur í dokk - og tað skal hann longu um trý ár, í 2028.

Niels Juel Arge, stjóri í Strandferðsluni, sigur í skrivligum boðum at tá ið tey hava fingið fótin fyri seg aftur eftir eina krevjandi dokking hjá Smyrli og eini krevjandi avloysarasigling við alskyns hugsandi avbjóðingum, fer Strandferðslan at hyggja eftir leiguskipi til 2028.

Men hann sigur, at hann dugur als ikki at meta um sannlíkindini fyri hvusu tað fer at eydnast tí kann vera alt møguligt, ið fer at gera seg galdandi.

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Fara beinanvegin at leita eftir avloysaraskipi fyri Smyril

12 tímar síðan

Heini í Skorini virðisløn fyri bestu donsku røðu í 2025

Í gjár kl. 10:25