Ongi úrslit

Nú eru tølini komin á borðið: So stórt bakkast var Galaxy fyri Suðuroynna

Smyril og Galaxy lið um lið á Krambatanga. Nú eru tøl komin á borðið fyri, hvusu stórur munur er á skipunum
Áki Bertholdsen
14 tímar síðan

Tað var ein vánalig loysn at fáa Galaxy at sigla um Suðuroyarfjørð fyri Smyril, meðan hann var í dokk.

Tað munnu tey flestu vera samd um.

Ein avleiðing var, at nógv virksemi í Suðuroy varð darvað; fyri ikki at siga lagt steindeytt – ikki minst ítróttarvirksemið hjá børnum og ungum.

Og nú eru eisini tøl komin á borðið fyri, hvussu stórt bakkast tað var fyri Suðuroynna, at Galaxy varð sett í sigling.

Galaxy sigldi frá 23. august til 13. oktobur: í tilsamans 51 dagar.

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, upplýsir, at hesar 51 dagarnar ferðaðust 22.809 fólk við Galaxy.

Um somu tíð í fjør ferðaðust 39.930 fólk við Smyrli.

Sostatt ferðaðust 17.121 ferðafólk færri við Galaxy, og sostatt var ferðafólkatalið 42,9 prosent minn nú Galaxy sigldi, enn tað var um somu tíð í fjør, tá ið Smyril sigldi.

Frá 23. august til 13. oktobur í ár førdi Galaxy 8.104 bilar um Suðuroyarfjørð.

Somu dagar í fjør førdi Smyril 14.028 bilar.

Sostatt var bilatalið 42,2 prosent minni hesar dagarnar, Galaxy sigldi, enn tað var sama tíðarskeið í fjør, tá ið Smyril sigldi.

Hesar 51 dagarnar, Galaxy sigldi, vóru 14 dupulttúrar avlýstir. Tað eru 14 prosent av øllum túrunum. Sostatt var reglusemið hjá Galaxy bara 86,5 prosent.

Somu dagar í fjør avlýsti Smyril fimm dupulttúrar – ella 3,8 prosent av túrununum. Sostatt var reglusemið hjá Smyrli 96,2 prosent.

Galaxy avlýsti 14 dupultúrar, 13,5 prosent av túrunum, og regulariteturin var 86,5 prosent.

Smyril avlýsti 5 dupulttúrar, ella 3,8 prosent, og sostatt var regulariteturin 96,2 prosent.

Samstundis sigur landsstýrismaðurin, at í tríggjar dagar – ella seks prosent av tíðini – var eingin sigling yvirhøvur við Galaxy.

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

11 tímar síðan

Fara beinanvegin at leita eftir avloysaraskipi fyri Smyril

20 tímar síðan