Føroya Politi boðaði í morgun frá, at føroysk børn deila seksuelt tilfar av øðrum børnum. Eisini í hesum døgum eitt sadistiskt netverk, sum foreldur burdu hildið eyga við og sum møguliga longu er inni á miðlapallum, har føroysk børn eru á.
Netverkið kallast 764 og hevur breitt seg ógvuliga skjótt á netinum seinastu árini.
Tað hevur sín uppruna í USA, og hevur seinastu tíðina fingið bæði norsku og svensku løgregluna at rópa varskó.
Her eru fleiri mál kannaðl, har børn og ung hava verið trýst og til sjálvskaða, harðligan ágang og kynsligan ágang.
Sambært yvirgangsgranskaranum Tore Hamming er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn netverkið kemur til Danmarkar og harvið eisini Føroyar.
Norska landseindin fyri serlig brotsverk, NSK, sigur við TV 2, at tey halda eyga við bólkinum.
764 hevur sín uppruna frá 2021 á boðtænastuni Kik, har tá 15 ára gamli Bradley Cadenhead nevndi bólkin eftir postnummarinum í heimbygdini í Texas.
Hann avsonar í løtuni í 80 ára revsing, fyri at hava býtt út tilfar um misnýtslu av børnum, skrivar ABC News.
764 hevur síðani breitt seg um allan heimin, og í einum av norsku málunum er ein ómyndugur drongur skuldsettur fyri, at hava fingið eina gentu at fremja kynsligar gerðir á seg sjálvan. Síðani hevur hann deilt tað á netinum.
Sambært løgregluni hevur drongurin verið í sambandi við ein svenskan 764-lim, sum eitur ‘Slain’. Hann hevur víst seg at vera ein 15 ára gamal drongur, sum nú er dømdur fyri at hava framt og filmað eitt kníválop á ein eldri mann í Stokkhólmi í fjør, skrivar Expressen.
Í Bretlandi varð ein 19 ára gamal maður í januar dømdur seks ára fongsulsrevsing fyri at hava eggjað einari gentu til at gera sjálvmorð og stroyma tað beinleiðis í einum Telegram-bólki.
Sambært yvirgangsgranskaranum og fregnartænastuserfrøðinginum Tore Hamming, sum hevur kannað 764, er netverkið ein fjølbroytt manning av, í høvuðsheitum, ungum monnum við ymiskum hugmyndafrøðiligum støðum.
Tey hava tó eitt til felags, og tað er viljin og tørvurin á at særa onnur, greiðir hann frá.
- Tað gevur teimum einstøku nøgdsemi at síggja onnur menniskju taka lívið av sær, taka sítt egna lív ella misnýta síni kelidjór, sigur hann.
Sambært kanningini hjá FBI av 764 eru offrini vanliga millum 10 og 17 ár, men tey siga eisini, at tey hava møtt børnum heilt niður í níggju ár. Fleiri hava víst seg at stríðast við sálarlig heilsuviðurskifti sum tunglyndi, etingarólag ella sjálvmorðstankar.
Breiða út umvegis Minecraft og Roblox
Sambært Tore Hamming er eitt annað eyðkenni við 764, at netið ikki hevur nakran bygnað ella hierarki, men er mannað við fólki, sum hittast umvegis samskiftistænastur sum Discord og Telegram.
Minecraft og Roblox eru tvey spøl sum rættuliga nógv føroysk børn spæla, og eru eisini tey eisini vælumtøkt støð hjá limun í 764 at leita sær offur.
Hetta er ein av orsøkunum til, at netverkið er sloppið breitt seg um allan heimin, metir hann.
- Beint nú síggja vit bara byrjanina, sigur Tore at enda.