Ongi úrslit

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

© Kringvarp Føroya
Niels Juel Arge
18 tímar síðan

Tá ið Smyril kom aftur úr dokkini í Danmark, og tolling fór fram mánadagin 13. oktober, var tað í  fleiri førum ikki samsvar ímillum uppgivna vøru á tolllistanum og umborð. 

Undirritaði vil í hesum sambandi stutt greiða frá umstøðunum, ið vóru undan heimferðini við  Smyrli og eisini siga frá um tollingina við heimkomu á Krambatanga.  

Tað er ikki so einfalt at greiða frá gongdini og fortreytunum undan, at Smyril kemur til Føroya, tí  síðstu dagarnir í dokkini hjá Fayard vóru so mikið serligir. Og tað stóð rættiliga nógv á.  

Undirritaði var ikki við á ferðini við Smyrli úr Danmark 11. oktober til Føroya. Var farin niður til  Fayard-skipasmiðjuna fríggjadagin 3. oktober og fleyg uppaftur sunnudagin 12. oktober.  

Fór niður fríggjadagin fyri at síggja skipið, áðrenn vatn kom í dokkina og at vera hjástaddur, tá  síðstu arbeiðini skuldu gerast. Og ikki minst at tryggja, at Smyril kom aftur sum skjótast. 

Hesir níggju dagarnir í dokkini vóru rættiliga intensir. Stórarbeiðir blivu gjørd upp á stutta tíð.  Hetta megnaði Fayard-skipasmiðjan sera væl saman við okkara fólkum. 

Hesar sjey vikurnar, Smyril var í dokk, vóru einir 200 arbeiðarar involveraðir og upp á tað mesta  100 fólk umborð í senn. Fayard hevði umleið 10 undirveitarar. Eisini hevði Mest arbeiðir. 

Tíðin gekk tó skjótt - um somu tíð, sum trýstið øktist á SSL. Hekkuportrið á Galaxy fylti  framveigs nógv. Og kom at fylla rættiliga nógv meira ta komandi vikuna. 

Týsdagin 7. oktober var landsstýrismaðurin í Degi og viku. Og 9. oktober hevði Breddin sera  atfinningarsama sending, sum at kalla setti eld í tað heila og setti SSL í sera vána ljós. 

Nógv týðandi uppáhald í Breddanum eru beinleiðis skeiv. Strandferðslan er ongantíð meldað í  málinum. Og Suðuroyar sjúkrahús boðaði ongantíð Strandferðsluni frá um hekkuportrið. 

Samstundis blivu við at koma ymsar avbjóðingar undan kavi, so hvørt mann skuldi seta alt tað  síðsta saman av motorum, síðuskrúvum og ikki minst el. Men fólkið var dugnaligt. 

Úttørning árla á morgni og inntørning seint um kvøldið ella náttina. Við fleiri dagligum fundum  við verkætlanarleiðarar og undirveitarar, har ið skjótar góðar loysnir skuldu finnast. 

Loksins kundi DNV (klassin) so góðkenna alt, sum góðkennast skuldi, og loysast kundi. 

Síðsta hurdlan var, at Smyril skuldi eftir øllum at døma gjøgnum Port State Control. Tað vísti  seg tó ikki at vera neyðugt kortini, og Smyril loysti leygarkvøldið 11. oktober beint fyri midnátt. 

--- 

Undirritaði hevði keypt nakrar Ikea-vørur fyri 7.579,20 krónur umframt danskan moms á  1.894,80 krónur. Talan var um møbulstykki v.m. Vøran var við Smyrli upp til Føroya. 

Fakturan fekk skiparin at leggja fyri tollararnar, so tollur kundi gjaldast. Havi ikki verið  involveraður í dokking av Smyrli áður, men visti, at tolling altíð er við heimkomuna.

Tá ið tollararnir við komu til Føroya fingu fakturan fyrilagdan, var teirra niðurstøða, at hetta var  ikki røtt mannagongd.  

Áløgd bleiv tí ein sekt á tvær ferðir moms upphæddina, tvs 3.789,60 kr, sum bleiv rindað  beinanvegin. Tollarin vegleiddi um, at tað bar til at søkja um at fáa danska momsin aftur. 

--- 

Við tolling av manningini vísti tað seg í fleiri førum ikki at vera samsvar ímillum tað útfylta á  listanum til tolling og vøruna, ið var umborð.  

Undirritaði var ikki inn yvir tollingina av skipinum, og hevði ikki nakra vitan um vøru hjá  manningini, og hvussu hetta bleiv tollað. 

Sektir blivu tí skrivaðar út í teimum førunum. Sambært upplýsingum frá TAKS var talan um í alt  14 fólk, ið fingu sektir, og í alt var talan um 102 túsund krónur í avgjøldum og sektum. 

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, sum varðar av Strandferðsluni, fekk beinanvegin  fráboðan um málið. 

--- 

Tollavgreiðsla av Smyril má ikki upp á nakran máta koma fyri aftur upp á hendan mátan.  

Gongd er tí sett á at gera greiða innanhýsis vegleiðing um, hvussu farast skal fram næstu ferð,  ið Smyril skal í dokk uttanlands. Og sum ikki skal vera til at misskilja hjá skipara og manning. 

Loyvi mær at fegnast um, at hundarnir hjá tollvaldinum ikki funnu rúsevnir umborð. Smyril lá í  dokk í sjey vikur, við nógvari ferðslu av fólki umborð og í land, og kann tá verða útsettur.  

--- 

Tað er einki at taka seg aftur í, at hetta var ikki ein góður endi á eini annars ómetaliga væl  útførdari 20 ára klassing og dokking av Smyrli. 

Men Smyril er nú við nýggjum síðuskrúvum aftan umframt tríggjar nýggjar hjálpimotorar nógv  betur førur fyri at kunna røkja suðurarleiðina í mong ár aftrat við minkandi sliti á skrokkin. 

Dokking er aftur á skrá í 2028. Tá skulu teir 4 høvuðsmotorarnir skiftast út. Kostnaðurin verður  helst aftur einar 110-120 mió.kr íroknað leiguskip. Fyrireiking av hesum er byrjað. 

At útvega avloysaraskip til næstu dokking er kanska ov tíðliga at tosa um nú, tá ið alt bleiv so  keðiligt við Galaxy. Eg má tó sum stjóri vísa á, at tað verður neyvan lætt.  


Mest lisið hesa vikuna

Sólbjørg er ov kvinnulig fyri summi

23. oktober kl. 22:00

Bogi kallar ein spaka fyri ein spaka

27. oktober kl. 18:14

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

18 tímar síðan

Skeivt sløkkilið fekk boð um eld

24. oktober kl. 08:35

Eitt illgitt og sadistiskt netverk hevur breitt seg skjótt á netinum seinastu árini

27. oktober kl. 19:00

Eftirlýsti maðurin afturkomin

23. oktober kl. 09:03