Ongi úrslit

Mótstøðuliðini eru Montenegro, Spania og Paraguei

Talan er um spennandi lutakast fyri Føroyar

© HSF/Anze Malovrh/Kolektiff
Hondbóltssamband Føroya
22. mai kl. 17:53

Tað var greitt undan lutakastinum, at Trier í Týsklandi fór at verða heimstaðurin hjá føroyska kvinnulandsliðnum til innleiðandi bólkaspælið í HM-endaspælinum í november/desember. Vertirnir høvdu ynskt at staðseta Føroyar í bólk D, hetta við fjepparum og atgongumerkjasølu fyri eyga. Við lutakastinum í S´Hertogenbosch í dag, gjørdist greitt, at mótstøðuliðini verða Montenegro, Spania og Paraguei.

Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:

Mikudagin 26. november: Montenegro – Føroyar

Fríggjadagin 28. november: Spania – Føroyar

Sunnudagin 30. november: Føroyar – Paraguei

Dystirnir verða leiktir í Trier Arena, sum tekur uml 5.400 áskoðarar. Kunning um atgongumerkjasølu kemur seinni.

Talan er um spennandi lutakast fyri Føroyar. Til seinasta EM, í 2024, gjørdist Montenegro nummar 8, Spania nr. 13. Føroyar gjørdust nummar 17.

Til seinasta HM, sum var í 2023, gjørdist Montenegro nr. 7, Spania nr. 13. og Paraguei nr. 29. Føroyar vunnu seg ikki til endaspælið.

Um Føroyar gerðast millum trý tey bestu liðini í bólkinum, skulu Føroyar víðari til Dortmund til millumumfarið. Liðið, sum verður nummar fýra í bólkinum, skal spæla Presidents Cup í S´Hertogenbosch.

Mest lisið hesa vikuna

Býráðslimir blivu rørdur og fóru upp at ristast - av navninum á einum vegi

Í gjár kl. 12:00

Sigmund bleiv álopin

21. mai kl. 17:08

Kanna svik

22. mai kl. 10:08

»... Í ódnini fell alt í fátt

23. mai kl. 20:00

Hon er tung um hjartað um at byggja kirkju við Sandá

23. mai kl. 11:25

Tórshavnar kommuna fer kanska at melda seg úr Kommunufelagnum

22. mai kl. 15:01