Ongi úrslit

Møgulig vápnahvíld gjørd

Enn er tó eingin almenn váttan komin frá hvørki Ísrael ella Iran

Jóhanna Højgaard
8 tímar síðan

Enn er eingin almenn váttan komin frá hvørki Ísrael ella Iran, men Reuters boðar nú frá, at ein leiðandi iranskur embætismaður hevur váttað avtaluna fyri teimum.

Talan skuldi vera um eina avtalu, sum var samráðst um við hjálp frá Katar.

Ein onnur kelda sigur við Reuters, at tað var forsætisráðharrin í Katar, Mohammed bin Abdulrahman bin Jassim bin Jaber Al Thani, sum miðlaði avtaluna gjøgnum eitt uppkall til Teheran.

Hettar hendi eftir iranska álopið á eina amerikanska eliar-støð í Katar mánadagin.

Sambært Reuters var tað Donald Trump, sum setti seg í samband við emiran í Katar, Tamim bin Hamad Al Thani.

Hann boðaði emirinun frá at Ísrael var sinnað at gera vápnahvíld, um teir kundu sannføra Iran.

Enn er tó einki váttað.

Mest lisið hesa vikuna

Norrøna fekk ein heilan hval upp á stevnið

19. juni kl. 14:24

Teistin á veg til Suðuroyar við jóansøkumati

20. juni kl. 10:06

Bjørtfríð býr mitt í bumburegninum

19. juni kl. 13:25

Faer Isles Distillery fekk avtalu við amerikanskan importør

18. juni kl. 19:21

Fara nú at byggja eitt nýtt herberg í Havn - til djór

19. juni kl. 10:55

Tríggir mans fingu bót - fyri sama slag lógarbrot

Í gjár kl. 09:28