Ongi úrslit

Mjølnir kvinnurnar eru í finaluni

Bónus kappingin kvinnur: KÍF-Mjølnir 0-3 (16-25, 17-25, 22-25)

Flogbóltssamband Føroya
19. apríl kl. 19:30

KÍF vann sín bólk í Bónuskappingini og skuldi tí leika ímóti nr. tvey í hinum bólkinum, Mjølnir.  Lagt var upp til spennandi dyst. KÍF bleiv tó nakað skert miðskeiðis í fyrsta settinum, tá Milja Silvansdóttir meiddi sær økslina og mátti av vøllinum. Dysturin bleiv ongantíð spennandi, tí Mjølnir var munandi betri enn KÍF á degnum.

 

KÍF kom angantíð fyri seg í fyrsta setti, sum Mjølnir vann greitt, 16-25.

 

Í øðrum setti fekk KÍF góða byrjan, soleiðis at venjarin hjá Mjølnir, Boban Ilic, mátti biðja um leikbrá við støðuna 7-3 til KÍF. Hetta sá í fyrstu atløgu ikki út til at hjálpa, tí Daria Burrows og Elsa Samuelsen hjá KÍF hildu fram at sláa bóltar í Mjølnir gólvið, men spakuliga hálaði Mjølnir seg inn á KÍF, soleiðis at Arthur Djurhuus mátti biðja um leikbrá fyri KÍF við støðuna 13-11. Við nøkrum góðum servum frá Nicolu Toftegaard, fekk Mjølnir KÍF aftur við støðuna 14-14. Mjølnir helt fram og við støðuni 16-19, mátti Arthur aftur biðja um leikbrá, men lítið hjálpti, tí Mjølnir vann settið 17-25

 

Triðja sett byrjaði nakað sum annað sett og við støðuna 4-7 tók Mjølnir leikbrá.  Hetta gav úrslit, tí Mjølnir fekk KÍF aftur við støðuna 8-8. Men KÍF fótaði sær og kom framum aftur 13-10. Dysturin bylgjaði aftur og fram og við støðuna 14-15, máttir KÍF taka leikbrá. Liðini fylgdust síðani 16-16, 17-17, men so dró Mjølnir frá og legði seg á odda 17-22. KÍF megnaði at svara eitt sindur aftur, men Mjølnir helt tørn og vann settið 22-25 og harvið dystin og plássið í finaluni í Bónuskappingini. Í finaluni skulu tær leika ímóti Fleyr, sum vann teirra hálvfinalu á SÍ.

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Framferðin hjá Ísrael er fólkamorð - og her valdar tøgn

Í gjár kl. 08:40

Suðuroyartunnilin: Hetta er ein leikur sum fer fram

6. mai kl. 13:00