Ongi úrslit

Merkið verður ikki umboðað á Eurovision í mai

Hóast danska umboðið til ársins Eurovision er føroyska Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen, sleppur føroyska flaggið ikki at verða brúkt

Ragnar Sjurðarson
12 tímar síðan

Har verður einki føroyskt flagg í tí sonevnda "green room" í Eurovision í mai. Tað skrivar Danmarks Radio sama dag sum vit hátíðarhalda, at Merkið fyri 85 árum síðani varð viðurkent.

Green room er staðið, har luttakararnir sita áðrenn og aftaná, teir hava verið á palli.

Fyrireikararnir handan sýningina hava hert sín flaggpolitikk í ár – eftir stórt flaggdrama til kappingina í fjør. Hetta merkir, at tey 37 luttakandi londini nú bert sleppa at brúka almenna flaggið hjá landinum undir Eurovision-sýningini, sum verður í mai.

Um eitt land velur at bróta flaggreglurnar, "kann tað fáa avleiðingar." Hetta sæst á almenna flaggpolitikkinum, sum dr.dk hevur fingið til vega.

EBU ynskti ikki at upplýsa fyri dr.dk, hvørjar avleiðingarnar eru. Undanfarin ár hava lond tó bæði fingið bøtir og hóttanir um at blíva blakaði úr kappingini, eftir at hava brotið flaggreglurnar.

DR ætlar ikki at bjóða nýggja flaggpolitikkinum hjá EBU av.

- Vit halda reglurnar, sum EBU ger - soleiðis er tað at vera við í Eurovision, og tey gera tær ikki til stuttleika, sigur Erik Struve Hansen, sum hevur ábyrgdina av forritan til Eurovision hjá DR, í skrivligum svari til dr.dk.

- Hetta merkir, at tað kunnu vera hjáárin, sum her, har tað ikki ber til hjá okkum at veittra við einum føroyskum flaggi saman við Dannebrog. Tað mugu vit so lata til fjeppararnar í høllini.

Sissal er kedd um, at hon ikki sleppur at flagga við føroyskum flaggi, tá hon umboðar Danmark í Eurovision í mai.

- Tað er ikki nakað, sum fyllur nógv hjá mær, men tað er greitt, at skuldi eg avgjørt sjálv, so hevði eg havt bæði føroyska og danska flaggið við, sigur hon við dr.dk.

- Eg eri stolt av at vera føroyingur, og eg veit, at føroyingar vildu verið stoltir av at sæð føroyska flaggið umboðað á pallinum ella í grøna rúminum.

Mest lisið hesa vikuna

Sigmund bleiv álopin

21. mai kl. 17:08

Kanna svik

22. mai kl. 10:08

»... Í ódnini fell alt í fátt

23. mai kl. 20:00

Eru skuldsett fyri 20 mál um stuldur úr handli í Havn

20. mai kl. 07:51

Hon er tung um hjartað um at byggja kirkju við Sandá

23. mai kl. 11:25

Tað var fyri egnari hond

20. mai kl. 16:05