Ongi úrslit

Eru skuldsett fyri 20 mál um stuldur úr handli í Havn

Løgreglan sigur, at talan er um vaksin fólk

Áki Bertholdsen
20. mai kl. 07:51

Í gjár varð løgreglan boðsend í FK í Hoyvík, tí at fólk høvdu verið inni har og stolið.

Men løgreglan sigur, at tá ið eldri mál um stuldur í FK eru gjøgnumgingin á vakmyndatólum, tók málið eina heilt nýggja vend.

Tað vísir seg nevniliga, at somu fólk hava verið heilar 20 ferðir í FK í Hoyvík og stolið - og tað er alt hent hesar seinastu vikurnar.

Talan er um vaksin fólk, ein mann og eina kvinnu. Tey hava bæði beinleiðis stolið vørur, men so hava tey eisini verið so snúðin, at tey hava stolið vørur, men hava latið tær innaftur við teirri grundgeving, at talan var um feilkeyp - og so hava tey fingið pengarnar aftur, sum vøran kostaði - hóast hon altso er stolin.

Løgreglan sigur, at fólkini eru avhoyrd og so leyslatin aftur, men tet eru skuldsett fyri allan stuldurin. Tey siga, at stuldurin er nakrar hundrað krónur hvørja ferð, so tilsamans er talan um eina trivaliga upphædd.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44