Ongi úrslit

Tað var fyri egnari hond

Hann kundi fingið 45 ár, um hann var funnin sekur.

Jóhanna Højgaard
19 tímar síðan

FBI-stjórin Kash Patel og varastjórin Dan Bongino hava nú avgjørt staðfest, at deyðin hjá Jeffrey Epstein í einum fongsulsrúmi á Manhattan í 2019 var eitt sjálvmorð. Teir trýsta tí aftur ímóti áhaldandi samspælsteorium um, at hann var myrdur fyri at verja valdsmiklar persónar.

Tey sipa har til persónar sum eru settir í samband við Epstein og túrar út á hansara privatu oyggj.

Viðmerkingar teirra komu, tá teir saman vóru í einari sending hjá Fox News sunnumorgunin.

- Hann gjørdi av við seg sjálvan, segði Bongino greitt undir samrøðuni.

- Eg havi sæð alla skránna. Hann drap seg sjálvan. Patel stuðlaði hesum sjónarmiði og segði

- Sum ein, sum hevur verið almennur verji, ákæri, og sum hevur verið í fongsulsskipanini, kennir tú sjálvmorð aftur tá tú sært eitt, og tað var hettar.

10. august í 2019 var Epstein funnin lívleysur í fongsilsklivanum á “Metropolitan Correctional Center” í New York. Hann hongdi seg í einum laki á songarkarminum.

Hann sat í hesum væl varða fongsli og bíðaði eftir rættarmáli, fyri ákærur um kynsligan handil við ungum gentum. Hann kundi vænta sær uml. 45 ár í fongsli, um hann hevði verið funnin sekur eftir rættargongd.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er meingsleyst at siga, at vit ikki hava ráð til Suðuroyartunnili

15. mai kl. 08:45

Minna fólk á at keypa í handlinum í bygdini

14. mai kl. 14:03

Roknivillur fyri milliardir

16. mai kl. 22:45

Sissal fær mína atkvødu

14. mai kl. 22:14

Simon Cowell vildi hava Sissal við

17. mai kl. 12:53

Vil fullføra sína útbúgving

18. mai kl. 15:00