Ongi úrslit

Minna fólk á at keypa í handlinum í bygdini

Tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin á bygd, at handilin verður varðveittur

Hesi trý børnini hava verið við Bakkhús og keypt. Bakkhús er einasti handil, sum er eftir í Hvalba. Fyri bara einum 30 árum síðani, vóru einir 4-5 handlar í Hvalba, umframt bakari
Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 14:03

Tað er ikki longur sjálvsagt, at bygdirnar kring landið hava handil. Tí fer Handilsvinnufelagið nú undir eitt lýsingaátak, har tey minna fólk á, hvussu stóran týdning tað hevur at fólk keypa í handlinum í bygdini.

Tey vísa á, at tað er ikki longur sjálvsagt, at handil er í bygdunum kring landið, serliga á smábygd.

Hesi seinastu árini eru fleiri bygdarhandlar lukkaðir tí grundarlag er ikki fyri at reka teir longur, tí góðir vegir og tunlar gera, at fólk hava lyndi til at fara í størri býar-handlarnar at keypa.

Samstundis er tað eisini lættari at keypa vørur á nethandlum - og eisini uttanlands.

– Hetta broytir keypsvanarnar hjá fólki, men samstundis hoyra vit eisini millum fólk, hvussu stóran týdning tað hevur fyri bygdirnar at hava handil, sigur Handilsvinnufelagið.

Við orðunum »fyri teg, fyri meg, fyri Føroyar«, varpar Handilsvinnufelagið nú ljós á, at tað ikki bert snýr seg um at keypa og selja, men um at halda lív í nærumhvørvinum og harvið tryggja eitt livandi og trygt samfelag.

Í fýra nýggjum lýsingafilmum verður søgan um føroyskt handilslív sett í miðdepilin og teir skulu minna okkum á, at eitt arbeiðspláss er nógv meira enn løn og uppgávur.

– Tað er ein dreymur, og tað krevur dirvi at skapa nakað úr egnari visjón, tí tað er at tora at byrja av nýggjum, tá ið tað er neyðugt.

– Handlarnir eru ikki bara støð, har vørur verða seldar. Teir eru støð, har vit møtast, práta, hjálpa hvørjum øðrum og kenna okkum heima, sigur felagið. – Handlarnir eru ein partur av okkara gerandisdegi, har vit síggja vælkend andlit, smílast og merkja, at vit eru partur av einari størri heild.

Sostatt vil Handilsvinnufelagið minna okkum á, at hvør avgerð eisini er ein samfelagsavgerð, tí tá ið vit keypa lokalt, stuðla vit arbeiðsplássum, trivnaði og einum samfelag, har vit vilja liva og virka.

– Tað snýr seg um at byggja eitt sterkari, tryggari og meira gleðiligt samfelag - saman, sigur felagið.

Niðanfyri sæst tann fyrsti filmurin í lýsingaátakinum til frama fyri bygdarhandlarnar'https://www.facebook.com/61576367603195/videos/666660242656598

Mest lisið hesa vikuna

Útlendskur ferðamaður vendur í hurðini

10. mai kl. 09:11

Ógvusligt ferðsluóhapp - bilførarin sat fastur í bilinum

11. mai kl. 09:16

Hátíðarhalda tjóðardagin hjá Ísrael á Tinghúsvøllinum í Havn

10. mai kl. 23:29

Minna fólk á at keypa í handlinum í bygdini

Í gjár kl. 14:03

Leggur frá sær eftir 25 ár í sessinum

12. mai kl. 16:15

Kongshjúnini til Føroya í næsta mánað

9. mai kl. 11:39