Ongi úrslit

Hátíðarhalda tjóðardagin hjá Ísrael á Tinghúsvøllinum í Havn

Mikudagin verður tiltak á tinghúsvøllinum

Áki Bertholdsen
10. mai kl. 23:29

Tað var tann 14. mai í 1948 - fyri 77 árum síðani - at Ísrael varð endurreist. Sostatt er tjóðardagur Ísraels mikudagin 14. mai og hendan dagin fara Vinafelagið Føroyar-Ísrael og átrúnaðarligi felagsskapurin, ICEJ Føroyar, at hátíðarhalda.

Og tað gera tey við tiltaki á Tinghúsvøllinum í Havn, har tað verða bæði sangur og røður.

Tey siga í tíðindaskrivi, at á tiltakinum verður kendi tíðindamaðurin, Jotam Confino, við á stórskíggja, har hann fer at greiða frá um støðuna í Ísrael og í Miðeystri.

Jotam Confino er hálvur dani og hálvur ísraeli, hann er uppvaksin í Danmark men hevur búð tey seinastu árini í Ísrael.

Hann er javnan at síggja, sum viðmerkjari á BBC, CNN, CBS, Sky News, Haatetz, BT, og øðrum, stórum tíðindarásum.

– Hóast hetta er ein gleðidagur, liggja enn døkk skýggj yvir tjóðini, sum framvegis kennir sorg og trongd eftir ræðuligu yvirgangsatsóknina tann 7. oktober 2023, siga fyriskipararnir.

– Pinkubørn, børn, ung, vaksin og eldri vórðu myrd, og yvir 251 menniskju tikin sum gíslar inn í Gaza.

– Nú 19 mánaðir seinni, sita 59 gíslar enn í myrkum tunlum undir jørð. Bert 21 av teimum verða mett at vera á lívi.

– Um hesa tíðina í fjør høvdu vit vitjan av einum beiggja at gísla, sum framvegis vónaði at fáa hann heimaftur á lívi. Tann 3. mars í ár kom hann heim til Ísraels í kistu, dripin ímeðan hann sat sum fangi í Gaza.

– Vit hava ikki gloymt gíslarnar og teirra avvarandi, og biðja framvegis fyri teimum øllum, siga tey.

Mest lisið hesa vikuna

Útlendskur ferðamaður vendur í hurðini

10. mai kl. 09:11

Framferðin hjá Ísrael er fólkamorð - og her valdar tøgn

8. mai kl. 08:40

Ógvusligt ferðsluóhapp - bilførarin sat fastur í bilinum

11. mai kl. 09:16

Hátíðarhalda tjóðardagin hjá Ísrael á Tinghúsvøllinum í Havn

10. mai kl. 23:29

Minna fólk á at keypa í handlinum í bygdini

13 tímar síðan

Leggur frá sær eftir 25 ár í sessinum

12. mai kl. 16:15