Ongi úrslit

Ógvusligt ferðsluóhapp - bilførarin sat fastur í bilinum

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 09:16

Tíðliga í morgun hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp í Hvalvík. Tað var á landsvegnum, beint við vegin oman á keiina. Ein bilur var á veg norðureftir, men hann hevur rent á ein garð, ella okkurt og fór oman av.

Løgreglan sigur, at bilurin fór runt og fór í spønir. Hann lá á síðuni og bilførarin var einsamallur í bilinum, men hann sat fastur og slapp ikki úr honum.

Løgreglan sigur, at fólk, sum komu framvið stutt eftir, uppdagaðu óhappið og boðaðu frá.

Sløkkiliðið og sjúkrabilur komu skjótt á staðið, og bilførarin varð kliptur úr bilinum og førdur á Landssjúkrahúsið.

Tey vita ikki akkurát, hvussu støðan er, men hann var við vit og tosaði við bjargingarfólkið.

Løgreglan sigur, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, so málið verður viðgjørt samsvarandi tí.

Ferðslan var tarnað eina løtu ímeðan til bilurin var fingin uppaftur, men nú er alt yvirstaðið.

 

Mest lisið hesa vikuna

Útlendskur ferðamaður vendur í hurðini

10. mai kl. 09:11

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Framferðin hjá Ísrael er fólkamorð - og her valdar tøgn

8. mai kl. 08:40

Ógvusligt ferðsluóhapp - bilførarin sat fastur í bilinum

Í gjár kl. 09:16

Suðuroyartunnilin: Hetta er ein leikur sum fer fram

6. mai kl. 13:00