Ongi úrslit

Leggur frá sær eftir 25 ár í sessinum

Nú. er stundin komin at fáa nýtt blóð í felagið, sigur fráfarandi formaðurin

Áki Bertholdsen
12. mai kl. 16:15

Tá ið Havnar Handverkarafelag hevur aðalfund mikukvøldið, er tað greitt, at tey skulu hava nýggjan formann.

Havnar Handverkarafelag er 75 ár og hendan aðalfundin brúkar formaðurin, Kristian Eli Brimsvík, til at takka fyri seg.

Nú hevur hann verið formaður í Havnar Handverkarafelag í 25 ár, so nú heldur hann, at hann hevur gjørt sína skyldu.

– Vit hava eisini brúk fyri at fáa nýtt blóð í felagið, sigur hann.

Samstundis hevur hann fylt 67 ár, so nú heldur hann, at stundin er komin at lata yngri kreftir sleppa framat.

– Nú fari eg at brúka tíðina, eg havi eftir til okkurt annað og tí stilli eg ikki upp aftur til formansvalið, sigur Kristian Eli Brimsvík.

Men hann heldur, at hetta, sum tað skal vera, tí hesi 25 árini, hann hevur verið formaður, hava verið góð - men til tíðir eisini avbjóðandi.

Hann stúrir kortini ikki fyri at hann fer at keða seg sum pensjónistur. Hann hevur konu og hús, og hann hevur eisini børn við húsum, og abbabørn, so tað verður nokk at takast við, heldur hann.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta fer helst at tálma príshækkingum á bústøðum

Í gjár kl. 12:30

Eksplosivur vøkstur í tarmkrabba hjá fólki undir 50

17. august kl. 14:25

Ein av orsøkunum er at sleppa til himmals

19. august kl. 20:55

Fekk bæði bót og klipp fyri at koyra niðan hendan vegin

Í gjár kl. 07:52

Biðja fólk halda seg burtur - og ikki ringja

17. august kl. 20:48

Stjól fyri 7.500 krónur í einum handli

20. august kl. 09:37