Ongi úrslit

Fekk bæði bót og klipp fyri at koyra niðan hendan vegin

Tað er ikki loyvt at koyra niðan eftir í ein tíma um morgunin
Áki Bertholdsen
21. august kl. 07:52

Í gjáramorgunin fekk ein bilførari bæði bót, og klipp í koyrikortið fyri at koyra niðan eftir Varðagøtu. Ímillum klokkan 7.30 og 8.30 er tað ikki loyvt at koyra niðan eftir Varðagøtu eftir frá Sjúrðargøtu, har Finsen er, og nakað niðan um Sankta Frans skúla.

Tað er fyri at gera tað tryggari hjá børnum at fara í skúla og í barnagarð.

Men løgreglan sigur, at tað er javnan, at bilførarar ikki virða tað, men koyra ímóti ferðslurætninginum - og tað kostar eitt klipp í koyrikortið og eina bót upp á 1.500 krónur.

Og tað hendi so aftur í gjáramorgunin, sigur løgreglan.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39