Ongi úrslit

Eksplosivur vøkstur í tarmkrabba hjá fólki undir 50

Nummar tvey á listanum fyri krabbameinsrelateraðari deyðiligheit.

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 14:25

Illustreret Videnskab skrivar, at heimurin tað seinasta áratíggju hevur sæð ein eksplosivan vøkstur í talinum av fólki undir 50 ár, sum hava fingið staðfest tarmkrabba.

Granskarar hava leingi roynt at funnið forkláringina og nú eru teir kanska komnir hana eitt sindur nærri.

Eitt toymi av granskarum frá Flinders University í Avstralia, hevur almannakunngjørt tvær vísindaligar kanningar, sum báðar vísa á samband millum slagið av krabbameini og kostin vit eta.

Ein teirra er ein sokallað meta-analysa av 28 vísindaligum kanningum, sum støðugt vísir, at heilsugóð kostval ger, at tarmkrabbameins-kurvan minkar.

Hin, sum er ein greining av dátum frá 97.561 fólkum, vísir serliga, at ein kostur við nógvum fibrum og ómettaðum feitti, minkar um vandan fyri krabbameini í  tarminum.

Reytt kjøt og rúsdrekka.

Umvent eru ting í kostinum, sum gera, at vandin økist. Ósunnur kostur, sum er eyðkendur av høgum innihaldi av reyðum og virkaðum kjøti, skundverðum, raffineraðum korni, alkoholi og sukurríkum leskidrykkjum, vísir eitt ørkymlandi samband við øktan vanda fyri krabbameini í tjúkktarminun, greiðir kostfrøðingurin Yohannes Melaku frá í tíðindaskrivi á heimasíðuni hjá Flinders University.

Melaku, sum er knýttur at universitetinum, stóð á odda fyri teimum báðum kanningunum og sær tað sum eina ørkymlandi gongd.

Et anti-inflammatoriskt

-Við øktum krabbameini í meltingarveginum, so sum tjúkktarmskrabba, sum vit síggja í heiminum millum fólk undir 50 ár, er tíðin komin at stríðast fyri sunnari melting. Okkara kanningar vísa, at betri vitan um kost og átøk fyri sunnari kosti, kunnu vera avgerandi í stríðnum móti meltingarkrabbameini, sigur hann.

Granskarar halda, at ein partur av forkláringini fyri tarmkrabbameini er at finna í einum inflammatoriskum standi í tarmunum, sonevndari inflammatión. Ósunn kostval kunnu økja um inflammatiska tilstandin.

Matvørur, sum hava nógvar antioxidantar, so sum ber, blaðgrønt, frukt, grønmeti, nøtir, gurkemeje, ingifer, hvítleykur og eina røð av øðrum, hava antiinflammatoriskar eginleikar.

Hetta ger tey til týðilig val fyri at fyribyrgja váðan.

Mest lisið hesa vikuna

Fáa ikki arbeitt tí tey ikki fáa útlendsk starvsfólk

12. august kl. 11:32

Framdi grovan harðskap - og fór av landinum

14. august kl. 07:56

Biðja fólk halda seg burtur - og ikki ringja

Í gjár kl. 20:48

Hann vil frátaka kvinnum valrættin

12. august kl. 19:55

Eksplosivur vøkstur í tarmkrabba hjá fólki undir 50

Í gjár kl. 14:25

Ælabogavegurin í Gundadali fær ikki frið

15. august kl. 18:09