Amerikanski forsetin, Donald Trump vil sleppa til himmals, og tað er ein av orsøkunum til, at hann vil fáa frið í Ukraina.
Doug Mills/ New York times
Tað sigur talskvinnan í Hvítu Húsunum, Karoline Leavitt, á tíðindafundi týsdagin.
Tað sama segði Trump fyrr í dag í samrøðu við amerikansku morgunsendingina Fox & Friends.
- Um eg kann bjarga 7.000 fólkum um vikuna frá at verða dripin, so haldi eg, at tað er gott...
- Eg vil gjarna royna at koma til himmals um tað ber til, hoyri tað ikki gongur so væl, sigur hann og leggur afturat:
- Eg eri veruliga niðast á totem-stonginum. Men um eg kann koma til himmals, so hevði tað verið ein av orsøkunum.
Hettar kríggji er tað sum er tað torførasta av øllum. Og eg sum helt, at tað fór at vera lætt, sigur Trump.
-Eg vóni, at Putin forseti fer at vera góður, og um hann ikki ger tað, so verður tað ein strævin støða.
Og eg vóni eisini, at Zelenskyj forseti fer at gera tað, sum hann skal gera.
Hann skal eisini vísa nakað av fleksibiliteti. Málið er eitt rumbul, legði hann afturat.