Nú vil Hans Jacob Thomsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin hava at vita, hvussu nógvir bústaðir kring landið verða brúktir til spekulatión, ístaðin fyri til fólk at búgva í.
Tí hevur hann nú biðið Margit Stórá, landsstýriskvinnu í bústaðarmálum, leggja tølini á borðið fyri, hvussu nógvar bústaðir í Føroyum eru ogn hjá privatum fyritøkum.
Hann vil eisini hava greiði á, hvussu nógvar bústaðir í Føroyum eru ogn hjá eigarum, ið eiga meira enn ein bústað.
Somuleiðis vil hann hava at vita, hvussu býtið av hesum bústøðum er kring landið, og um landsstýriskvinnan fer at seta tiltøk í verk fyri at minka um talið á vinnuligum bústøðum.
Í hesum sambandi vísir Hans Jacob Thomsen á, at bústaðarneyðin er stór, og hjá nógvum føroyingum er tað ringt at fáa tak yvir høvdið.
Men samstundis eru tað bæði einstaklingar og fyritøkur sum keypa bústaðir við reinari spekulatión fyri eyga.
– Heldur enn at vera heim hjá fólki, standa bústaðir tómir, ella verða leigaðar út til útlendsk ferðafólk, sigur Hans Jacob Thomsen.
– At tað er stórur áhugi fyri bústøðum til spekulasjón, ger, at prísurin hækkar, og harvið verður uppaftur verri hjá teimum, ið skulu seta føtur undir egið borð, sigur løgtingsmaðurin.
Hann sigur, at avmarkaða útboðið av bústøðum, saman við øktari spekulasjón á bústaðarmarknaðinum, trýstir ikki bara prísin upp eftir, men tað ger tað eisini dýrari at leiga sær ein bústað.
Verða tiltøk sett í verk fyri at minka um spekulasjónina á bústaðarmarknaðinum, og verða tiltøk sett í verk fyri at økja um áhugan at langtíðarleiga hús og íbúðir til bústaðir, hevði tað helst tálmað ógvisligu príshækkingunum á bústøðum sigur Hans Jacob Thomsen.
Og sostatt hevði tað gjørt tað lættari hjá vanliga føroyinginum at seta búgv, leggur hann afturat.